Vinnulívið skapar vælferðina

Vinnulívið er motorurin í samfelagnum, og Fólkaflokkurin hevur verið ein dugnaligur motorpassari seinasta valskeið. Til komandi val eigur veljarin at hava í huga, at øll vallyfti skulu fíggjast av vinnulívinum

Fólkaflokkurin hevur saman við sitandi samgongu stríðst og strevast fyri at fáa samfelagið aftur á rætta kós. Og tað hevur eydnast væl. Arbeiðsloysið er aftur lágt, vinnulívið ger íløgur og tað almenna hevur aftur fingið betri rásarúm at gera íløgur.

Í vár minti danska vinnulívið politikararnar á, at vinnulívið skal fíggja øll tey vallyfti, sum verða givin í valstríðnum til Fólkatingið. Tí er neyðugt at vera varin, tá ið rokningar skulu skrivast út til vinnulívið.

Tað er komið greitt fram í hesum valstríðnum, at Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin ætla at áleggja vinnulívinum fleiri gjøld og harvið gera grundarlagið undir vinnulívinum veikari.

Her á Skálafjørðinum er sjón fyri søgn. Tað grør um gangandi fót niðri á Bakka, har stórt toppmodernað virki verður bygt í hesum døgum. Skipini hjá Faroe Origin bera virðismiklan fong til lands og arbeiði verður skapt.

West Hercules lá eisini á Skálafjørðinum, sum er tann besta natúrliga havnin til slíkt virksemi. Vinnulívið á Skálafjørðinum og aðrastaðni tók saman hendur og loysti uppgávuna til UG. Nú er at vóna, at slík uppgáva aftur fellur føroysku fyritøkum í lut, og har skulu vit politikarar gera alt í okkara makt fyri at beina møguligar forðingar av vegnum.

Tað er neyðugt, at landið skapar støðugar karmar hjá vinnulívinum, soleiðis at tað hevur frælsar karmar at virka undir og harvið fær møguleika at skapa yvirskot, arbeiðspláss og vælferð í landinum.

Winston Churchill segði einaferð, at summi síggja privata vinnulívið sum ein vandamiklan tikara, ið skal skjótast. Onnur síggja vinnulívið sum eina kúgv, ið skal mjólkast. Ov fá síggja vinnulívið sum ein sterkan hest, ið dregur vognin.

Rodmundur Nielsen

Valevni Fólkafloksins