Vinnufíggindaligur politikkur frá samgonguni

Mánakvøldið 26. mars bjóðar Eysturoyar Fólkafloksfelag til almennan fund í Løkshøll undir yvirskriftini “Nokk er nokk”.

Sambært lokalfelagnum hjá Fólkaflokkinum eru eitt ótal av avgjøldum løgd á vinnuna seinastu tíðina.

- Sitandi samgonga hevur lagt eitt ótal av gjøldum á vinnuna. Millum gjøldini, sum samgongan hevur lagt á vinnuna, eru bensin- og dieselavgjaldið á akfør, avgjaldið á smyrjiolju, vektgjaldið á akfør hækkar, heilsutrygdargjaldið, tinglýsingaravgjaldið, umhvørvisavgjald og kringvarpsgjald, sigur Eysturoyar Fólkafloksfelag.

- Ætlanin nú er at hækka gjaldið til Samhaldsfasta einaferð enn. Talan er um fleiri hundrað milliónir krónur hvørt ár. Harumframt eru fleiri hundrað milliónir í gjøldum lagdar á fiski- og alivinnuna. Hetta er ein vinnufíggindaligur politikkur, sum kemur at kosta vælferð í framtíðini, sigur felagið.

Fundurin byrjar klokkan 20. Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins, Símun Hammer frá Eysturoyar Vinnulívsfelag, Jógvan á Lakjuni og Joen Magnus Rasmussen, løgtingsmenn luttaka.