Viðurkennið Jerusalem sum høvuðsstað

Fólkaflokkurin boðar við hesum alment frá, at vit fegnast um og taka undir við, at Jerusalem verður viðurkendur sum høvuðsstaður Ísraels.

Jerusalem verður nevndur 6-700 ferðir í gamla og nýggja testamenti, hevur verið heilagi staðurin hja Ísraels fólki síðan ísraelski staturin varð stovnaður og viðurkendur av ST í 1948, hjá jødum allar tíðir og hjá kristnum fólki kring allan heim í 2.000 ár.

Býurin verður als ikki nevndur í Koranini og er tí ikki søgulig ogn hjá palestinum, so sum muslimar halda uppá.

Í ár eru 50 ár, síðan Jerusalem aftur gjørdist hart vunna ogn hjá statinum Ísrael og ísraels fólki í 6-daga krígnum 1967.

Fólkaflokkurin vónar, at ikki bert USA, men eisini onnur av heimsins londum viðurkenna Jerusalem sum høvuðsstað Ísraels og vinda síni tjóðarfløgg í húnar hátt yvir sínum sendistovum í Jerusalem, søguliga og tískil náttúrliga høvuðsstaði Ísraels

Fólkaflokkurin