Valevnir í Suðursteymi

Havnar Framburðsfelag hevði seinasta uppstillingarfund í gjár, 10. august. Higartil eru níggju fólk komin á listan.

-Annika Olsen, Tórshavn.
-Janus Rein, Tórshavn.
-Hanus Samró, Tórshavn.
-Sólvit E. Nolsø, Tórshavn.
-Ingvør Justinussen, Tórshavn.
-Jógvan Kristin Olsen, Tórshavn.

-Joan Neshamar, Tórshavn.
-Fróði Ó. Olsen, Argir.
-Poul Adrian í Homrum, Kollafjørður.

Annika Olsen varð vald á ting fyrstu ferð í 2008. Annika hevur verið landsstýriskvinna í Innlendisráð og Almannaráð. Annika hevur eisini sitið í Tórshavnar Býráð frá 2004-2008.

Janus Rein hevur sitið á tingi í farna valskeiði og hevur umboðað Fólkaflokkin síðani 2013. Janus hevur sitið í Fíggjar- og Vinnunevndini farna valskeið. Janus er útbúgvin løgfrøðingur og flogskipari.

Hanus Samró hevur sitið á tingi farna valskeið. Hanus hevur sitið í Trivnaðar- og Vinnunevndini. Hann er útbúgvin stjórnmálafrøðingur, er rithøvundur og vinnurekandi.

Sólvit E. Nolsø stillaði upp til fólkatingsvalið fyrr í ár og er uppstillaður aftur til løgtingsvalið. Sólvit er útbúgvin stjórnmálafrøðingur og starvast sum vinnukundiráðgevi.

Ingvør Justinussen og Fróði Ó. Olsen hava bæði stillað upp fyri Fólkaflokkin til býráðsval í Havn og stilla upp fyri fyrstu ferð til løgtingsval.

Ingvør starvast dagliga sum heilsufrøðingur. Fróði starvast dagliga sum sølumaður.

Jógvan Kristin Olsen, Joan Neshamar og Poul Adrian í Homrum bjóða seg fram fyri fyrstu ferð. Jógvan Kristin er skipsførari og lesur í løtuni løgfrøði. Joan Neshamar starvast dagliga sum skúlaleiðari á Velbastaðar Skúla. Poul Adrian starvast dagliga, sum sløkkiliðsmaður

Fundurin gav nevndini heimild at finna nøkur valevnir áðrenn freistin er farin.

Havnar Framburðsfelag