Vælmøttur fundur í Løkshøll

Væl av fólki eru møtt til almenna fundin, Nokk er nokk, ið Fólkaflokkurin í Eysturoy skipar fyri í Løkshøll í kvøld, mánakvøldið 26. mars 

Fyrstur at leggja framm er Jørgin Niclasen, formaður Fólkafloksins.

Síðan hevði Símun Hammer frá Eysturoyar Vinnulívsfelag eina sera áhugaverda framløgu um Vinnupolitikk og karmar og avgjøld.