Útisiglarar og arbeiðsfólk uttanlands - betri treytir

Føroyingar hava tvær tær seinastu øldirnar, verið kendir um allan heim, sum tiltiknir góðir sjómenn. Hesir menn hava til dagligt stóra ábyrgd, bæði sum skiparar og maskinmeistarar - og nú tey seinnu árini, eisini í øðrum uppgávum.

Tey seinastu árini hava vit eisini sæð, at nógv av okkara dugnaligu handverkarum - og onnur við, hava fingið bjóðað góð størv uttanlands. Ein fantastisk viðurkenning, fyri hesi fólk.
Á hvørjum ári koma hesi fólk heim við nógvum peningi, sum verður brúktur í okkara samfelag, og sum vit øll fáa ágóðan av.
Treytirnar teir sigla undir, og tey á landi arbeiða undir, eru ymiskar.
Skatta- og pensións viðurskiftini fyri fleiri av hesum fólkum, eru ógvuliga fløkt og ofta tung at fáa loyst. Tað vilja vit í Fólkaflokkinum gera nakað við.
Vit vilja tryggja, at tað loysir seg at búgva í Føroyum – eisini um tú arbeiðir uttanlands. Greiða skal fáast á øll hesi skatta- og pensiónsviðurskifti.
Eisini skal skatturin tillagast soleiðis, at hann verður kappingarførur við grannalondini.
Vel Fólkaflokkin, tí vit meina tað vit siga!!!

Jógvan Kristin Olsen
Valevni Fólkaflokksins