Útisetar verða koppsettir

Útisetar, sum hava verið ella eru í Føroyum vegna korona, verða koppsettir. Somuleiðis eisini útlendingar, ið eru í Føroyum í longri tíð.

Tað er svarið frá Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum, uppá fyrispurning, ið eg setti honum herfyri.

Tað er at gleðast um, at hesi eisini sleppa upp í part. Tað eru fleiri lesandi, sum hava verið og framvegis eru í Føroyum, hóast tey til dømis lesa og búgva í Danmark. Korona hevði við sær, at lærustovnar stongdu og næmingar máttu heim. Fleiri teirra valdu at koma til Føroya. Hjá summum var tað neyðugt at koma til Føroya.

Tá tað kom fram, at føroyingar, ið eru í Danmark, kundu koppsetast í Danmark, valdi eg at seta heilsumálaráðharranum fyrispurning um lesandi, sum máttu kom heim til Føroya, hóast tey búgva í Danmark.

Svarið og spurningurin sæst her.

Beinir Johannesen, tingmaður.