Uppskot um at javnseta arbeiðsgevarar í samband við sjúkradagpening

Jørgen Niclasen hevur vegnað Fòlkaflokkin, lagt fram uppskot um at javnseta arbeiðsgevarar í samband við sjúkradagpening.

Í viðmerkingunum til uppskotið stendur m.a.: "Hetta uppskot varð lagt fram í undanfarnu tingsetu (lm.nr. 136/2017), men tað fall burtur uttan atkvøðugreiðslu. Samgongan valdi at súlta málið í nevndini. Fyri at Løgtingið skal sleppa at taka støðu til málið, verður tað sett fram aftur."


Les alt uppskotið við at klikkja á leinkjuna niðanfyri:

http://logting.fo/files/casestate/25927/022.18%20U.t.s%20um%20at%20javnseta%20arbeidsgevarar%20i%20samband%20vid%20sjukradagpening.pdf