Trivnaðarøkið skal framhaldandi útbyggjast

Tá bygt verður, er talan um nógv meira enn at byggja ein bygning. Vit byggja eitt heim til tey, sum skulu búgva har. Ein bústaður er nakað fysiskt. Eitt heim er hinvegin ein kensla. Flest av okkum droyma um at fáa egnan bústað. Kenslan av at kunna seta lyklarnar í sína egnu úthurð fyri fyrstu ferð er ein fantastisk kensla.Hesum skulu vit virka fyri, so okkara borgarar við serligum avbjóðingum fáa møguleika til tess. Stavnhaldið og kósin er, at um 4 ár er biðilistin til bústað burtur hjá okkara borgarum við serligum avbjóðingum.

Stórar útbyggingar hava verið á trivnaðarøkinum hesi seinastu 4 árini. Hesar hava eisini havt politiskt kjølfesti. Bústaðir eru bygdir kring landið, og m.a. kann nevnast:

· 8 leigubústaðir bygdir í Klaksvík til fólk við serligum avbjóðingum.

· 12 vardar bústaðir í Klaksvík standa lidnir í næstum.

· Depil til fjølbrekað børn og ung í Rúnavik stóð liðugur fjør.

· 16 íbúðir til fólk við sálarsjúku í Havn vóru lidnar í fjør

· 16 leiguíbúðir í Runavík, harav helmingurin til fólk við serligum avbjóðingum.

· 12 nýggjar vardar bústaðir í Runavík standa lidnir í næstum.

· Sjøtul er settur á nýggjan virknis- og umlættingardepil í Sandoynni. Hesin er liðugur í 2016

Tað er umráðandi, at øll øki í landinum, har tørvur er, verða útbygt. Hóast nógvir glottar eru at hóma, so er ikki at gevast á hondum. Vit eiga at halda áfram við at byggja hetta økið út. Gongd er longu sett á eina størri útbyggingarætlan á trivnaðarøkinum í Havn. Sambært nýggjum yvirliti hjá Almannaverkinum er tørvurin størstur í Havn, og tí eigur hetta økið at verða raðfest nú. Heldur enn at búgva í gomlum ótíðarhóskandi sambýlum er talan um at byggja nýggjar tíðarhóskandi bústaðir. Tað, sum m.a. liggur í ætlanum at byggja er:

· Sambýli til børn við autismu (byggiskrá er um at vera liðug, og verklagslóg kann leggjast fyri tingið í hesum tingárinum)

· 12 leigubústaðir til folk við sálarsjúku 2016

· 12 leigubústaðir til folk við menningartarni 2016

· Vart sambýli til menningartarnað 2017

Kósin við at byggja bústaðir til fólk við serligum avbjóðingum má halda áfram. Ì stevnuskrá Fólkafloksins stendur, at “Vaksin, ið bera brek eiga at hava rætt til at flyta heimanifrá til eitt heimligt umhvørvi”. Hetta er stavnhald okkara og vilja vit framhaldandi arbeiða fyri.

Annika Olsen

Valevni fólkafloksins til løgtingsvalið