Tíðindafundur

Í samband við løgtingsvalið 1. september bjóðar Fólkaflokkurin til tíðindafund týsdagin 18. august kl. 11.00-12.00 í Perluni í Havn. Á fundinum verða valskrá og valevni floksins kunngjørd.

Formaður Fólkafloksins, Jørgen Niclasen, fer at leggja valskránna fram, umframt at høvið verður at seta spurningar.

Eisini verður gjørligt at hitta valevni Fólkafloksins.

Fólkaflokkurin