Tað ger ikki tað sama, hvønn tú velur!

Tað ger ikki tað sama, hvønn tú velur!

Fólkatalið í Føroyum fer nú at nærkast 49.000 og er komið tætt upp ímóti tí hægsta, tað nakrantíð hevur verið.

Eg skal ikki fara at geva Fólkaflokkinum ella samgonguni, ið nú situr, alla æruna fyri tað, tí vit eru vælsignað á so mangan og ríkligan hátt.

Men eg fari at minna á, at tað ger ikki tað sama, hvussu ið stýrt verður, og tað ger ikki tað sama, hvønn tú velur – heldur ikki á Fólkating!

Og tá ið vit hugsa um tann øgiliga ágangin og grenjið frá serliga Tjóðveldi tey seinastu árini, men eisini frá Framsókn og Javnaðarflokkinum, so mugu vit siga, at hetta so ríviliga er gjørt til skammar!!

Minnist til tað, góðu føroyingar!

Veljið Fólkaflokkin – ein flokk, sum altíð virkar fyri einum góðum og uppbyggjandi samstarvi, og fer at verja føroysk virði á Fólkatingi!

Jógvan á Lakjuni