Skapa inntøkur til vælferð

Skulu vit hava eitt vælvirkandi heilsuverk, eina vælvirkandi skúlaskipan, skulu øll sum hava tørv á hjálp, fáa neyðugu hjálpina, ella stutt sagt:

Skulu vit hava vælferð, má landskassin hava inntøkur.

Skulu vit hava meir pening, at lata teimum sum treingja, mugu vit skapa inntøkur til landskassan.

Besti háttur at skapa hesar inntøkur, er at lata peningin fara í umfar í samfelagnum.

Hetta gerst sjálvandi best, við at borgarin hevur so nógv sum gjørligt eftir av sínari løn.

Vinnan

Tað sama er galdandi fyri vinnuna.

Skal vinnan skapa kappingarførar og støðugar karmar fyri síni arbeiðspláss, er neyðugt, at vinnan sjálv hevur kappingarførar og støðugar karmar.

Tað besta fyri landskassan, er tá vinnan megnar, at skapa støðugar inntøkur og støðugt arbeiði til so nógvar hendur sum yvirhøvur gjørligt.

Tí má vinnan eisini hava loyvið at tjena pengar.

Kappingin

Betur er at liggja væl fyri í kappingini, við lágum gjøldum og skattum, og fáa javnar inntøkur yvir langa tíð, enn at hava høgan skatt og avgjøld, sum yvir stutta tíð geva meiri inntøkur, men so missa alt uppá longri sikt, tí vit ikki eru kappingarfør.

Tí mugu vit framhaldandi arbeiða við at lækka skatt og avgjøld, og soleiðis skapa vøkstur í samfelagnum.

Vit eiga at ásanna at stóra kappingin er ikki innanlands, men við útheimin.

Joen Magnus Rasmussen

Valevni Fólkafloksins