Skálafjarðartunnilin skapar nýggjar møguleikar

Eitt stórmál, sum hendan samgongan loysti úr lagdi, var undirsjóvartunnil millum Skálafjørðin og Havnina. Tunnilin fer at binda Skálafjørðin saman við miðstaðarøkinum, soleiðis at vit fáa eitt nýtt sterkt øki í Føroyum. Tað hevur týdning fyri Føroyar, at vit hava nøkur sterk øki, sum megna at lyfta uppgávurnar í einum modernaðum samfelag

Undirsjóvartunnil millum Skálafjørðin og Havnina var nógv umstríddur farna valskeið, men málið endaði væl hóast alt. Eftir eitt politiskt eljustríð í áravís um undirsjóvartunlar legði landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fram eitt uppskot, sum allir partar kundu taka undir við. Aðrar samgongur hava roynt at loysa málið – tó uttan úrslit.

Tíbetur eydnaðist tað hesuferð við eini breiðari semju at fremja verkætlanina, og hetta er helst tann týdningarmesta íløgan í okkara infrakervið nakrantíð. Hetta er eitt úrslit hjá samgonguni, sum eg fegnist sera nógv um.

Skálafjarðartunnilin fer at binda økið millum Tórshavn og Klaksvík tætt saman í eina sterka eind. Tíðin er tá farin frá tí gamla stríðnum millum bygd og bý.

Sum borgarstjóri í Runavíkar kommunu í seks ár var eg við til at fleiri kommunusamanleggingar, sum hevur skapt eina sterka kommunala eind í Eysturoynni. Vit eru øll errin av okkara høvuðsstaði, men eg fegnist samstundis um, at Skálafjørðurin verður partur av miðdeplinum í Føroyum.

Skálafjørðurin er ein framleiðslufjørður burturav, har ein stórur partur av landsins útflutningi verður skaptur – bæði innan fiskivinnu og alivinnu. Eisini hevur tann spírandi oljuvinnan havt stóran týdning her. Hesum eru vit sera errin av á Skálafjørðinum.

Landspolitikarar eiga ikki at gera tey sterku økini veikari við at javna inntøkurnar út. Heldur eiga vit at fegnast um, at vit hava nøkur sterk øki í Føroyum, ið megna at lyfta tær tungu uppgávurnar, sum verða lagdar út til kommunurnar at umsita.

Um vit skulu hava nøkur sterk øki í Føroyum, sum veruliga megna at skapa tey tilboðini, ið modernaða samfelagið krevur, so eiga vit ikki at taka nakað frá teimum.

Vit eiga ikki at ræðast, at nøkur øki uppliva framgongd og fólkavøkstur. Hetta er neyðugt, um Føroyar skulu standa seg í kappingini við útheimin. Vit mugu hava nøkur sterk øki, ið megna at skapa tilboð og arbeiðspláss, so at tey ungu kunnu støðast her á landi og venda heimaftur.

Skálafjarðartunnilin fer at skapa heilt nýggjar møguleikar fyri vinnulív og borgarar báðu megin tunnilin, og hesar møguleikar eiga vit at gagnnýta til fulnar.


Rodmundur Nielsen

valevni fyri Fólkaflokkin