Skal KvF nú eisini hátíðarhalda fólkaræðið?

Um dagarnar kom soljóðandi skriv frá tíðindaleiðaranum í KvF til floksformenninar:

“Nú stundar bæði til løgtings- og fólkatingsval, og Kringvarpið ynskir at hátíðarhalda fólkaræðið saman við veljarunum og sjálvsagt tykkum.

Tí vil eg fegin hava ein fund við tykkum. Helst longu í næstu viku, tó ikki mikudagin. Tað tekur ein lítlan tíma pr. formann. Ynskiligt er, at tit hava valsamskiparan hjá flokkinum við. Eg greiði tykkum frá, hvussu vit ætla at skipa valdekningin og valkvøldini á øllum miðlapallum. Viðmerkingar frá tykkum eru sjálvsagt vælkomnar! Eisini skulu praktisk viðurskifti avstemmast.

Vit gera eisini vallýsingar klárar til sjónvarpið, so myndafólk verður møguliga við til fundin.

VinarligaLiljan WeiheTíðindaleiðariKringvarp Føroya”Ikki kann sigast annað, enn at KvF sýnir serligan atburð, nú miðilin boðar frá, at ætlanin er at“hátíðarhalda fólkaræðið saman við veljarunum og sjálvsagt flokkunum......”.

Tað er ikki meira enn vika síðani at leiðsla, tíðindaleiðari og tíðindafólk vórðu dømd eftir revsilógini fyri ærumeiðing - ein dómur, sum av løgfrøðingum varð lýstur at vera sjáldsama greiður, har tey dømdu vóru lýst at hava jagstrað landsstýrismann grovliga av órøttum – og vóru dømd samsvarandi.

Spurningurin er, hevur KvF onga sjálvrannsakan? Er eingin sjálvsagi? Snýr alt seg um sjálvsprísan, nú tíðindaleiðarin ósmæðin bjóðar til “fólkaræðiligt hátíðarhald saman við KvF”?

Hvar hevur fólkaræðiliga virðingin í KvF verið fyri lógliga valda meirilutanum á tingi, lógliga valda landsstýrinum og fólkaræðiligu mannagongdunum farnu trý árini?

Og so at koma útvið8 mðr. áðrenn valið við innbjóðing at fyrireika valini komandi!

Ætlar tíðindaleiðarin nú eisini at útskriva løgtings- og fólkatingsval?

Hvat munnu hinir miðlarnir siga til, at KvF longu bjóðar at gera vallýsingar klárar til sjónvarpið?

Tosaði nakar um kappingaravlaging?

Haldi, at nú má onkur vakna.

Heilsan
Bjarni Djurholm