Sjálvstøðug vinnurekandi

Sjálvstøðug vinnurekandi og vinnufyrtøkur hava stóran týdning fyri vøksturin av okkara búskapi. Tað er umráðandi, at vit tryggja, at allar vinnur eru kappingarførar og lønandi. Tí skal tað vera møguligt hjá øllum at bjóða uppá arbeiði hjá tí almenna. Hetta er alt frá ráðgeving, innbúgv, list, málaraarbeiði, byggiarbeiði, v.m. og har øll í vinnuni skulu hava javnbjóðis møguleikar.

Tað er kappingaravlagandi, at tað almenna kappast við tær privatu vinnurnar, og harvið forðar fyri búskaparligari menning og vøkstri. Arbeiðsmarknaðurin skal tí vera vælvirkandi, mennandi tryggur og rúmligur. Lætt skal vera at bjóða seg fram eins og tað skal vera lætt at fáa fatur á skikkaðari arbeiðsmegi. Vit fara tí, at leggja dent á

· AT tryggja føroyskum fyritøkum betri atgongd til almenn arbeiði

· At bjóða almennar tænastuveitingar og bygging út til vinnumarknaðin at reka, har eisini sjálvstøðug vinnurekandi kunnu bjóða

· At ongi nýggj avgjøld verða løgd á vinnuna og óneyðug avgjøld tikin burtur.

· At tryggja at partafelagsskatturin er kappingarførur.

Vøkstur er vegurin til økta vælferð.

Annika Olsen

Valevni Fólkafloksins til løgtingsvalið