Sjálvandi skulu lønir hækka í krónum

Prosenthækking merkir, at yvirlæknin skal hava 500 kr í lønarhækkan, hvørja fer arbeiðarin fær 100 kr, tað gevur onga meining. Eri púra samdur við 1. mai røðarnar í dag.

Vanliga enda lønarsamráðingar við, at lønirnar hækka við ávísum prosenti. Hetta gevur teimum hægst løntu tað størstu lønarhækkingina og økir harvið gjónna millum lág- og hálønt.

Í 2012 royndu vit at venda gongdini við at krevja at lønir hækkaðu í krónum. Fakfeløg hjá tí almenna, eisini hjá lágløntum, vóru alt enn fegin um broytingina og kravdu at koma aftur til prosenthækking. Nú er alt aftur prosentir og gjógvin vekstur.

Vit eiga frá almennari síðu beinanvegin at fara aftur til lønarhækking í krónum. Tað merkir at øll fáa líka stóra lønarhækkin, bæði tann lág- og tann hálønti.

Jørgen Niclasen, tingmaður