Saltur sperðil til Hovs og skuffukaka til Vágs.

Sangurin hjá Pipar og Salt, Lat tey vita at Ólavsøka er, var ofta at hoyra á Ólavsøku. Suðuroy tú mundi doyð, men hjálp skal fá á deyðans strá.

Tað sum almennu Føroyar og landskassin ikki megnaðu, tað megnaði ein fíggjarliga sterk privat fyritøka. Her tosi eg um uppisjóvarvirkið á Tvøroyri hjá Varðin Pelagic.

Tí er altavgerandi við figgjarliga sterkum fyritøkum, sum hava ráð at gera stórar íløgur. Einans á henda hátt fáa vit ein nátúrligan búskaparvøkstur, har vinnan skapar vøkstur. Fólkaflokkurin ynskir, at vinnan skapar vøksturin.

Fyri ikki langt síðan bleiv tosað um kreppupakka til Suðuroynna, tí fólkatalið minkaði í stórum, og tosað bleiv um, hvat gerast skuldi. Eitt er vist, tað almenna og landskassin høvdu ikki bygt uppisjóvarvirki, hvørki á Tvøroyri ella í Fuglafirði, og vóru vit hesi arbeiðsplássini fyriuttan í dag.

Tað var ikki tað almenna, sum skapti lív aftur í Suðuroynna. Harafturímóti bygdi felagið Varðin eitt nútímans uppisjóvarvirki á Tvøroyri. Hetta skapar nógv arbeiðspláss og lív er komið í aftur á Tvøroyri. Eg vil her nýta høvi at ynska Varðanum bestu eydnu.

Hetta hendi alt undir verandi skipan við fólkaflokkinum á odda. Fólkaflokkurin skapti lív í aftur á Tvøroyri.

Tí er altavgerandi, at vit hava fíggjarliga sterkar og vælfunderaðar fyritøkur, sum hava ráð at gera stórar íløgur, sum skapa arbeiðspláss. Einans soleiðis fáa vit ein náttúrligan vøkstur. Hetta hendir einans við fólkaflokkinum á odda.

Veljari, avgerðin er tín. Um tú ynskir at varðveita verandi búskaparvøkstur, har øll tøl peika rættin vegin, so er eitt at gera og valið er einfalt. Vel Fólkaflokkin.

X við Fólkaflokkin

X við Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Valevni Fólkafloksins