Sálarheilsan hjá børnum og ungum skal og má raðfestast!

Eisini her í valstríðnum hoyra vit um, hvussu nógv børn og ung hava sálarligar avbjóðingar og trupulleikar í Føroyum. Seinasta samgonguskeið eru pengar settir av til 1 sálarfrøðing sum skal taka sær av næmingum á miðnámsskúlunum. Í praksis er talan um 2 sálarfrøðingar hálva tíð. Somuleiðis er bíðitíðin til Barna- og ungdómspsykiatriina stórt sæð burtur, tí fleiri pengar vóru játtaðir til økið, umframt at vit hava fingið Fountain húsið.

Men - hetta er als ikki nokk. Heilsufrøðingar eiga at vera á skúlunum hvønn dag, fyri at børn og ung, sum hava byrjandi sálarligar avbjóðingar og t.d. sjálvskaðandi atburð fáa hjálp so tíðliga og so skjótt sum møguligt. Tað eru nógv dømir, bæði her og í londunum rundan um okkum, sum visa, at lætta atgongdin til heilsufrøðingin á skúlanum, varð avgerandi fyri, at barnið ella tann ungi fekk røttu hjálpina skjótast gjørligt.

Tí tað er prógva, at fyribyrgjandi og heilsufremjandi tænasta við heilsufrøðingum ger mun!

Tað er staðfest í nógvum ymiskum kanningum og hevur eisini havt tær avleiðingar, at í t.d. Onglandi er raðfest, at seta dupult so nógvar heilsufrøðingar í starv sambært NHO.

At hava tað ringt sálarliga hevur sera stóra ávirkan á lívsgóðskuna hjá tí einkulta barninum. Um tey ungu og børnini ikki fáa hjálp skjótast gjørligt, hevur hetta stóra ávirkan á menningina, trivnaðin og ikki minst innlæringina hjá tí einkulta. Tí er týdningarmikið, at fyrsta stigið til professionellu hjálpina er so nær at barninum og tí unga í gerandisdegnum.

Sum sjúkrarøktarfrøðingur og heilsufrøðingur vil eg arbeiða fyri, at fyribyrgjandi og heilsufremjandi tænastan til hesi børn og ung verður raðfest. Tí sálarheilsan er sera týdningarmikil fyri øll.

Setið X við onkran sum hevur innlit í hetta økið.

Veljið Fólkaflokkin - Tí vit meina tað sum vit siga!

Ingvør Justinussen

Valevni Fólkafloksins