Ræstur fiskur, skerpikjøt og hálvhosur

Í Føroyum skal vera gott at búgva. Búskaparvøkstur er vegurin til vælferð. Tí er neyðugt at virka fyri einum sjálvberandi búskapi, har vinnur av ymsum slag geva avkast og framburð í fríari kapping.

Búðskapurin blomstrar í løtuni og øll tøl vísa framgongd. Nógv arbeiði er, og tað sæst aftur í allari vinnuni. Nógvar smáar fyritøkur eru og vónandi leggjast fleiri afturat, tað skapar trivnað og er mennandi fyri alt samfelagið. Fyritøkurnar og smáu vinnurnar mugu fáa góðar sømdir at virka undir.

Føroyingar eru kreativt fólk, og eiga vit at stimbra undir føroyska freimleiðslu av øllum handaslag. Somuleiðis at føroyskar landbúnaðarvørur skulu kunna seljast til føroyska brúkaran, bæði beinleiðis, í handlum og á matstovum. Føroyingar um alt landið, eiga at sleppa at selja vørur, sum tey hava virkað.

Vinnustova eigur at verða sett á stovn, sum vegleiðir og hjálpir íverksetarum og smáum vinnurekandi at reka egið virki. Við serligum atliti til hjálp og vegleiðing í samskiftinum við myndugleikarnar.

Eg vil vera við til at tryggja karmarnar, fyri vinnuligum framburði og búskaparligum vøkstri.


Joan Neshamar

Valevni Fólkafloksins