Pensjónsnýskipan: Tey hækka skattin og gera A og B pensjónistar


Øll, sum arbeiða, umframt vinnulívið, skulu nú rinda meira í skatti, tykist vera høvuðsmálið í pensjónsnýskipanini hjá samgonguni - og Sjálvstýrinum. Tað tykist onki mark vera fyri, hvussu nógvan skatt og avgjøld, hendan samgongan vil áleggja fólki, sigur Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins.

Við pensjónsnýskipanini hjá Samgonguni og Sjálvstýrinum skal persónliga uppsparingin minka, og í staðin skulu pengarnir takast inn umvegis skatt.

- Bæði arbeiðsfólk og vinnulívið skulu bløða, meinar Jørgen Niclasen.

- Fólkapensjónin hevur verið virðisgrundarlagið hjá Javnaðarflokkinum – pensjón, sum øll hava havt rætt til – men tann rætturin fer nú í søguna. Fólk, sum hava goldið inn alt sítt lív, kunnu enda við sviðusoð, tí nú verða bert nøkur, sum fáa úr aftur skipanini

- Í almennu sáttmálunum fáa almenn starvsfólk millum 15 og 18 prosent oman á lønina til egna pensjónsuppsparing. Landsstýrið og Sjálvstýri ætla nú, at bara 12 prosent skulu rindast til egna uppsparing, tí at 3 prosent skulu rindast í skatti til samhaldsfasta.

- Hugburðurin tykist vera, at eingin skal klára seg sjálvan, men rinda í dýrum dómum til tað almenna, fyri síðan at gerast klientur, sigur Jørgen Niclasen.

- Vit meina, at loysnin á pensjónsviðurskiftum má vera, at tey eldru, sum orka, fáa høvi at arbeiða; tí tá verður møguligt at tryggja tey, sum ikki orka.

- Men við hesum uppskotinum fer tað ikki at loysa seg at arbeiða, greiður formaður Fólkafloksins frá, og dregur fram, at: um ein borgari forvinnur 100 krónur, missur viðkomandi 40 krónur í grundarupphædd, umframt at rinda skatt av teimum 100 krónunum. Sostatt verða í mesta lagi 30 krónur eftir av hvørjum 100 fortjentum krónum!

- Fólkaflokkurin varð boðin á fund í januarmánaða, har vit greiddu frá okkara hugsan um eina nýggja pensjónsskipan. Men vit hava síðani hvørki hoyrt orð ella eið. Tískil má niðurstøðan vera, at samgongan ei vil nakra breiða semju, men heldur smalar semjur, sum flestar snúgva seg um skatta- og avgjaldshækkan, endar Jørgen Niclasen.

Fólkaflokkurin