Pensjonistarnir – skattaloftið skal hækkast

Í dag fær tann vanligi pensjonisturin umleið 7000-8000 kr/alt íroknað, um mánaðin í pensjón. Um hann ynskir at arbeiða og tjena nakrar krónur afturat pensjónini, sum vit vita nógvir ynskja at gera. Ja, so er tað ógvuliga avmarkað, áðrenn hann rennir seg í loftið á 60.000 kr, har hann verur brandskattaður. At fortjena 5000 kr um mánaðan er sera lítið, tí fleiri eru sum kundu ynskt at fortjent meir enn tað.

Loftið skal hækkast munandi, tí hvat er grundin fyri at steðga fólkið at fara til arbeiðis. Tað er lítið hugaligt at gerðast gamal og ikki hava tann møguleikan, at kunnað avgera sjálvur, hvussu nógv man ynskir at arbeiða, uttan at skattast við 85% av inntøkuni yvir 60.000 kr.
Loftið skal hækkast, - tí samstundis sum tey eldru eru úti á arbeiðsmarknaðinum, er tað fyri mong, - sera gott fyri heilsuna at hava eitt arbeiði. Mangan hevur man sæð, at tá eldri fólk gevast at arbeiða, og ikki hava eitt arbeiði at fara til, so fer heilsan at bilað. Tí kann man eisini síggja tað, sum eitt heilsuátak, at man eggjar teimum eldru at halda á at arbeiða, so leingi tey orka og eru før fyri tí. Pensjónin skal tí heldur ikki ávirkast, fyrr enn man hevur nátt eina rímiliga høga linntøku. Latið okkum tí eggja teimum eldru, til at taka nøkur tøk afturat, eftir tey eru farin um tey 67 ár, - uttan at brandskatta tey. Hetta uppskoti kostar einki, - heldur hinvegin er hetta eitt kærkomið ískoyti til búðskapin. Arbeiði er til flest allar hendir, so eg dugi ikki at síggja nakra forðing til at fremja hetta sum skjótast.

Ein nýggjan pensiónsreform koma vit til seinni.

Latið tey eldru fáa størri rásarúm - og minni skatt.


Jógvan Kristin Olsen 

Valevni Fólkafloksins