Nokk er nokk - almennurfundur á Hotel Skálavík mikukvøldið 25. apríl kl. 18:30

Skatta- og avgjaldsøðin liggja sum okið á føroysku familjunum og vinnulívinum. Mikukvøldið 25. apríl kl. 18.30 bjóðar Sandoyar Fólkafloksfelag til almennan fund í Hotel Skálavík undir yvirskriftini “Nokk er nokk”.

Sambært lokalfelagnum hjá Fólkaflokkinum í Sandoynni eru eitt ótal av skattum og gjøldum løgd á alt samfelagið seinastu tíðina.

- Sitandi samgonga hevur lagt eitt ótal av gjøldum á føroysku familjurnar og vinnuna. Millum gjøldini, sum samgongan hevur lagt á, eru bensin- og dieselavgjald á akfør, avgjald á smyrjiolju, vektgjaldið á akfør hækkar, heilsutrygdargjaldið, tinglýsingaravgjaldið, umhvørvisavgjald, eykaskatt til barsilsskipan og samhaldsfasta og kringvarpsgjald, sigur Sandoyar Fólkafloksfelag.

- Ætlanin nú er at hækka gjaldið til Samhaldsfasta einaferð enn. Talan er um fleiri hundrað milliónir krónur hvørt ár. Harumframt eru fleiri hundrað milliónir í gjøldum lagdar á fiski- og alivinnuna. Henda skatta- og avgjaldsøði liggur sum okið á føroysku familjunum og er eisini ein vinnufíggindaligur politikkur, sum kemur at kosta vælferð í framtíðini, sigur felagið.

Fundurin byrjar klokkan 18.30. Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins, Jacob Vestergaard, løgtingsmaður, Brandur Sandoy, varatingmaður og Marita Rasmussen, Vinnuhúsið luttaka.

Sandoyar Fólkafloksfelag