Nokk er nokk - Almennur fundur á Fjørðukrónni í Vestmanna mikukvøldið 23. mai kl. 19

Skatta- og avgjaldsøðin liggja sum okið á føroysku familjunum og vinnulívinum. Mikukvøldið 23. mai kl. 19.00 bjóðar Norðstreymoyar
Fólkafloksfelag til almennan fund á Fjørðukrónni undir yvirskriftini “Nokk er nokk”.

Sambært lokalfelagnum hjá Fólkaflokkinum í norðstreymi eru eitt ótal av skattum og gjøldum løgd á alt samfelagið seinastu tíðina.

- Sitandi samgonga hevur lagt eitt ótal av gjøldum á føroysku familjurnar og vinnuna. Millum gjøldini, sum samgongan hevur lagt á, eru bensin- og dieselavgjald á akfør, avgjald á smyrjiolju, vektgjaldið á akfør hækkar, heilsutrygdargjaldið, tinglýsingaravgjaldið, umhvørvisavgjald, eykaskatt til barsilsskipan og samhaldsfasta og kringvarpsgjald, sigur Norðstreymoyar Fólkafloksfelag.

- Ætlanin nú er at hækka gjaldið til Samhaldsfasta einaferð enn. Talan er um fleiri hundrað milliónir krónur hvørt ár. Harumframt eru fleiri hundrað milliónir í gjøldum lagdar á fiski- og alivinnuna. Henda skatta- og avgjaldsøði liggur sum okið á føroysku familjunum og er eisini ein vinnufíggindaligur politikkur, sum kemur at kosta vælferð í framtíðini, sigur felagið.

Fundurin byrjar klokkan 19.00. Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins, og Joen Magnus Rasmussen, løgtingslimur luttaka. 

Norðstreymoyar Fólkafloksfelag