Nevndin í Eysturoyar Fólkafloksfelag afturvald!

 

Mánakvøldið 26. mars hevði Eysturoyar Fólkafloksfelag árliga aðalfundin.

Umframt formansfrágreiðing og vanligu dagsskránna, greiddu Jógvan á Lakjuni og Joen Magnus Rasmussen, løgtingsmenn, stutt frá um løgtingsarbeiði.

Eyðun á Lakjuni, Mariann Poulsen Garðalíð og Arni Rasmussen stóðu fyri vali hesuferð. Øll trí tóku við afturvali og vóru einmælt vald. 

Í nevndini sita nú Jákup Martin Kjeld, Aage Arnoldson, Michael Dalbø, Eyðun á Lakjuni, Mariann Poulsen Garðalíð og Arni Rasmussen.