Mugu brúka meira enn seks mánaðir afturat


Formaðurin í Fólkaflokkinum sigur, at tíðin er ov knøpp at samtykkja stjórnarskipanina í hesum valskeiðnum

Eingin semja verður um stjórnarskipanina í hesum valskeiðnum. Tíðin er ov knøpp, sigur formaðurin í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen.

Heðin Mortensen, formaður í løgtingsnevndini, sum viðger stjórnarskipanina, miðar eftir at fáa semju um eitt hálvt ár.

Verður eingin semja, vil Tjóðveldi hava spurningin um sjálvsavgerðarrættin til fólkaatkvøðu fyri seg, og so kann hitt í lógini bíða til seinni.