Milliardir í landskassan! ● frá rávøru- til matvøruútflytara

Føroyar mugu flyta seg frá at vera eitt land, sum útflytur rávøru til eitt land, sum útflytur matvøru. Í hesum liggja virðir fyri fleiri milliardir. Milliardir til bæði vinnu, tjóðarbúskapin og landskassan

Makrelurin er eitt frálíkt dømi, sum lýsir búskaparliga týdningin fyri búskapin. Upphæddirnar niðanfyri eru gjørdar í rundum tølum.

Makrelur verður í dag útfluttur úr føroyska búskapinum, frystur í eskjur, fyri uml. 10 kr kg. Tey 100.000 tonsini, sum Føroyar sjálvar fiska, skapa uml. 1 mia. kr í BTÚ og, eftir at hava verið runt í føroyska pengarenslinum nakrar ferðir, eitt ískoyti á uml. 420 mió. í skatta-, mvg- og avgjaldsinntøkum.

Flyta vit føroyska samfelagið frá at útflyta makrel heilan og frystan í 20 kg eskjum til t.d. niðursjóðanan í dósum, økja vit eksportvirðið úr 10 kr. upp í uml. 30 kr. fyri kg. Somu 100.000 tonsini, sum Føroyar sjálvar fiska, kunnu tá skapa uml. 3 mia. Í BTÚ og 1.260 mió. í skatta-, mvg- og avgjaldsinntøkum.

T.v.s. 2 mia. meira í bruttotjóðaúrtøku og 840 mió. meira í skatta-, mvg- og avgjaldsinntøkum.

Hetta er so eitt “tonkt” dømi í rundum tølum viðvíkjandi makrelinum. Harafturat koma øll hini pelagisku fiskasløgini og allur botnfiskurin.

Tølini tala fyri seg! Megna vit at flyta Føroyar frá at vera rávøruútflytaraland til matvøruútflytaraland, fer hetta at hækka um BTÚ við fleiri milliardum, samstundis sum vit økja um skatta-, mvg- og avgjaldsinntøkurnar hjá Føroyum við kanska útvið tveimum ella trimum milliardum krónum.

Tá tølini síggja so gott út, hví er hetta so ikki langt síðan gjørt?

Stutta svarið liggur í okkara handilsavtalum við restina av heiminum. Føroya hava fyrst og fremst gjøgnum tíðinar útflutt til ES-londini. Og ES-londini eru ikki áhugað í at fáa matvørur frá okkum - tey vilja hava rávøruna. Rávøru, sum tey sjálvi kunnu brúka at meirvirka til matvøru og harvið skapa arbeiðspláss, BTÚ og skattainntøkur í egnum landi.

Okkara handilssáttmáli við ES er als ikki nøktandi.

Eg haldi, at tíðin er komin til, at Føroyar viðgera fiskivinnu- og fríhandilsavtalur við ES undir einum. Vit skulu alt fyri eitt gera ES greitt, at fiskivinnuavtalurnar og fríhandilsavtala, galdandi fyri allar fiskamatvørur, ganga hond í hond og fyri okkara viðkomandi eru treytað av hvør øðrum. Eg eri rættuliga vísur í, at fiskavørurnar úr Føroyum og fiskivinnuavtalurnar við Føroyar, fyri ES, eru nógv meira verdar, enn kostnaðurin av at gera fríhandilsavtalu, galdandi allar fiskavørur, við Føroyar.

Hugsið tykkum: makrelurin einsamalt hevði givið 820 mió. kr meira í landskassan. Samlaðu landskassainntøkurnar eru í dag uml. 5 mia. kr!

Tollmúrarnir skulu brótast niður og hugburðurin í Føroyum á hesum økinum broytast! – Vit skulu sum land flyta okkum frá ráðvøru- til matvøruframleiðslu!

Janus Rein, Løgtingsmaður

valevni Fólkaflokksins