Meir enn nakrantíð er tørvur á sterkari umboðan á løgtingi

Ongantíð so nógv sum nú er tørvur á at velja umboð á ting, sum hava ta neyðugu styrkina og royndirnar til at leiða land og fólk okkara ígjøgnum tær avbjóðingar, sum standa fyri framman, og at verja bæði tey fíggjarligu og menniskjaligu virði, sum gera okkara samfelag so gott.

Hóast eg havi drúgvar royndir í føroyskum politikki, har tað eisini mangan hevur staðið á at verja tey virði, sum land okkara byggir á, so er ongantíð so nógv sum nú tørvur á at verja borg.
Tað eru ikki altíð tey, sum rópa harðast, ið muna mest, tá ið nakað skal fáast frá hondini. Hygg bara eftir, hvussu nógv Fólkaflokkurin hevur fingið frá hondini.
Lat meg her bert nevna onkur av mongu dømunum um hetta. Hugsa bara um, hvør hevur fingið mest burturúr, tá ið tað kemur til at binda oyggjar og bygdir okkara saman? Hvør hevur lækkað skattin, so tað aftur loysir seg hjá fólki at arbeiða? Hvør hevur útvega okkara landi milliarda virðir við at standa sterkur í altjóða samráðingum? Hvør verjir bæði høvuðsstaðin og kraftardeplarnar kring landið, ið ríka okkum sum tjóð?Hvør hugsar um útoyggjarnar, sum av mongum eru gloymdar! Hvør verjir etisku virðini, sum hava bygt land okkara? Og hvør er garanturin fyri einum frælsum vinnulívi?
Soleiðis er Fólkaflokkurin. Hann roynist í verki. Einki óneyðugt snakk, men handling.
Um tú ynskir, at okkara løgting skal megna at stýra landi okkara ígjøgnum komandi avbjóðingar, so er tørvur á løgtingsfólkum, sum hava tær neyðugu royndirnar og styrkina til hesa spennandi, men eisini krevjandi uppgávu.
Her havi eg vunnið mær drúgvar og virðismiklar royndir sum løgtingslimur og formaður í tingbólki Fólkafloksins, og eri eg fúsur at taka víðari fatt hesi komandi 4 árini.
Nú mugu tær vinstrahallu kreftirnar ikki sleppa framat at leggja bond á tann stóra vinnuliga framburðin, og at hækka skattirnar aftur, so tað ikki longur fer at loysa seg at arbeiða.
Vilt tú verja hesi virði okkara?
So mást tú velja Fólkaflokkin!
Jákup Mikkelsen, Valevni Fólkaflokksins