Magni, Tjóðveldi og oyrafigur - danskir pengar eru ikki so galnir, bara teir verða latnir Tjóðveldi - ikki fjøldini.

Magni, Tjóðveldi og oyrafigur

- danskir pengar eru ikki so galnir, bara teir verða latnir Tjóðveldi - ikki fjøldini.

Skemtiligt at lesa politiska travaran hjá Tjóðveldi, sum nú ætlar sær á danating, í politiskum speisemi leggja eftir Fólkaflokkinum.

Hóast Magni hevur staðið á tjóðveldis-síðulinjuni, til hann nú trínur í dansin, so veit hann, at Tjóðveldið higartil hevur verið størsta forðanin fyri frambrotum á fullveldisleiðini.

Tjóðveldi kom á fullveldisvøllin í 1998 saman við Fólkaflokkinum. Alt rak sum eftir ánni. Sól, summar og undanvindur hvønn dag. Hóast tað, so megnaði Tjóðveldi ikki at yvirtaka eitt einasta mál fram til 2003. Yvirtiknu málini átti Fólkaflokkurin øll.

Well, blokkurin varð skorin over-night, tó uttan at Tjóðveldi yvirhøvur rætti hond frá síðu at tillaga búskapin samsvarandi. Úrslitið var sjónligt longu í 2003 – undirskot á fíggjarlógini.

So var at sleppa sær burtur, og at fremja undanstøkkingina, slapp Tjóðveldi, umvegis eina bók,undan ábyrgd.

Og flokkurin hevur síðani staðið uttanfyri og steina rútarnar, meðan onnur hava stríðst fyri at fáa samfelagið framá.

Lyklarhol og skálrøður

Kortini slapp Tjóðveldi nakrar mánaðir inn í hitan í 2008. Men tað mundi vera sum at gera í buksurnar.

Tey toldu ikki luktin í bakarínum og smoygdu sær út gjøgnum eitt lyklarhol hálvt ár seinni.

Síðani hevur lagið verið tað sama. Tjóðveldi hevur staðið á trappusteinunum og reypað og skálrøðurnar hava ikki trotið.

Flokkurin hevurí 12 ár livað í eini sorgleysari politiskari paralellverð, sum í tinginum hevur verið eyðkeynd av ábyrgdarloysi. Onnur hava jú borið byrðarnar.

Henda tilvera hevur gjørt, at Tjóðveldi kostnaðarleyst hevur kunnað oyst uppskot á ting, væl vitandi, at gjørdar politiskar avtalur verða hildnar, og Tjóðveldi (uttan ábyrgd) kann sóla sær í sínum fullveldisrættvísi, tá uppskotini verða feld.

Flokkurin á wc

Kortini verður vantandi seriøsiteturin avdúkaður við jøvnum millumbilum.

T.d. at avtaka heimildarlógina, uttan at hava nakað ístaðin, ger, at vit enda aftur í heimastýrislógini. Er tað ætlan Tjóðveldis?

Og tað gav at býta, tá atkvøðast skuldi um yvirtøkuna av útlendingamálinum í 2011. Tá dámdi Tjóðveldi ikki mátan (tað er vanliga umberingin), og settu partar av tingmanning floksins seg í kantinuna, meðan onnur fór á wc, tá atkvøtt bleiv! Uppskotið fall og útlendingaøkið varð ikki yvirtikið.

Pengar til rættvísi

Og so var tað prístalsviðgerðin av blokkinum, sum hevur lutað 49000 føroyingum 7 mio kr eyka árliga (142 kr í part).

Her hevur Tjóðveldi ikki ligið á latu síðuni at speireka onnur fyri vantandi tjóðskaparhug.

Men aftur her avdúkar Tjóðveldifalslæti. Tá formaður floksins fór á Fólkating í 2001, uppfann hann nýggja skipan, sum danir sjálvandi skuldu rinda – Norðatlantsbólkin.

Hesin bólkur, løn og samsýningar til formannin kostaðu dønum meira enn 4 mio kr árliga. Danskir pengar at løna og reka tjóðveldispolitikk fyri.

Í tey 10 árini HH sat har niðri -tilsaman millum 40 og 50 mio. danskar krónur!

Tvs., at Tjóðveldi og politiski bólkurin tilsaman fingu einsamøll árliga 2/3 av tí, sum 49000 føroyingar nú árliga luta millum sín.

Ella sagt øðrvísi, góðar 4 mio. danskar krónur árliga til løn og politiskt virksemi hjá Tjóðveldi, móti 142 kr árliga til hvønn føroying!

Danskir pengar – ikki so galnir, bara pengarnir koma til tey rættvísu – ikki til fjøldina.

Sosialistiskur lærhvølpur

Og so var tað tjóðskaparrøddin, sum nú skal á Fólkating.

Verður tað Tjóðveldi sum fær umboð í Fólkatingið, er púra greitt, at stuðulin fer til Helle Thorning Smith.

Helle kemur til valdið umvegis, sosialistiska Eindarlistan, har Tjóðveldi er trúfastur lærhvølpur.

Tað var jú Eindarlistin, ið er partur av vinstrasosialistunum í Norðurlandaráðnum, sum fyrraáriðtryggjaði Høgna Hoydal sess í formasskapinum har.

Ein tænasta er aðrari verd, verður sagt, so atkvøður til Tjóðveldi eru beinleiðis stuðul til Helle og meira (deiligar) danskar pengar til Tjóðveldi.

So einføld er søgan og støðan.

Bjarni Djurholm