Loyvt at flyta ófiskaðar kvotur

Jørgen Niclasen, formaður fólkafloksins, hevur lagt uppskot fyri løgtingið, ið gevur reiðaríum møguleika at flyta ófiskaðar kvotur yvir um ár.

Í viðmerkingunum til uppskotið, sigur Jørgen Niclasen:

Endamálið við uppskotinum er, at Føroyar skulu gagnnýta tað ríkidømi í havinum, sum okkum er ásett.

Av tí at Høgni Hoydal, landsstýrismaður, drálaði í upp til 9 mánaðir av árinum, áðrenn stórar kvotur vóru útskrivaðar, liggur útflutningsvirði fyri minst 200 milliónir kr. ófiskað.

Serliga eru tað menningarkvotur, har feløg bert fingu 3 mánaðir at koma í gongd. Tað er ein púra høpisleys uppgáva.

Av makreli, sild og svartkjafti eru yvir 50.000 tons, sum í 2018 eru ófiskað. Orsøkina er tað bara landsstýrimaðurin, sum eigur. Tí árið var næstan farið, áðrenn hann útskrivaði loyvini. Harafturat hevur Høgni Hoydal, landsstýrimaður tikið inn aftur kvotur, uttan at lata tær til aðrar.

Bara í menningarkvotum er talan um 48.218 tons av svartkjafti, sum eru ófiskað. Tað er stórt sæð øll menningarkvotan av svartkjafti.

Men eisini av makreli og norðhavssild svimur nógv ófiskað. 3.641 tons av makreli, útlutað sum menningarkvota fyri 2018, er ikki fiskað, og 3.015 tons av norðhavssild av menningarkvotu liggur ófiskað.

Fyri at hetta ikki skal kosta samfelagnum ovurhonds upphæddir, verður skotið upp, at heimilað verður at flyta allar ófiskaðar kvotur yvir um ár. So kunnu ófiskaðar kvotur fyri 2018 fiskast í 2019.

Hendan lógarbroyting heimilar tó ikki øllum flytingum. Í summum førum ber ikki til at flyta kvotur, tí landsstýrið hevur bundi seg í millumtjóða sáttmálum. Uppskotið er generelt, tí sambært § 55 í Stýrisskipanarlógini eru millumtjóða sáttmálar yvir føroyskari løgtingslóg.

Fyri kvoturnar merkir tað, at har millumtjóða fiskiveiðisáttmáli ikki loyvir ella avmarkar flyting millum ár, er tað millumtjóða sáttmálin, sum er galdandi. Her skal tó nevnast, at eingin avtala er um sild og svartkjaft.