Loksins sóu tey ljósið

Loksins sóu tey ljósið

Fegnist um, at tað eydnaðist fólkaflokkinum at sannføra meirilutasamgonguna í Klaksvíkar Kommunu at lækka skattaprosentið aftur. Tey hækkaðu skattaprocentið fyri umleið 6 mánaðum síðani.

Fólkaflokkurin vísti ferð eftir ferðá, bæði í talu og skrift, at tað var skeivt at hækka skattaprosentið. Hetta var veruliga ikki neyðugt við teimum methøgu inntøkunum hjá kommununi. Men meirilutin stóð fastur og samdur um skattahækkingina.

So seint sum 1. Juni 2015 legði fólkaflokkurin uppskot fram um at lækka skattaprosentið hjá kommununi. Við troyskni og áhaldni eydnaðist at sannføra sjálvstýri, tjóðveldi og javnaðarflokkin á tað skeiva í at hækka skattaprocentið.

Nú verður skattaprosentið lækkað aftur, og soleiðis fáa skattaborgarnir ágóðan. Teir fáa ágóðan av, at inntøkurnar hjá kommununi hava verið so góðar.

Okkara grundleggjandi greiða áskoðan er, at borgarnir sjálvir skulu avgera, hvussu teirra hart vunnu krónur verða brúktar. Tann, sum sjálvur hevur arbeitt fyri peningin, dugir best sjálvur at umsita hann.

Meirilutin førdi harafturímóti fram, at tey vístu ábyrgd við at hækka skattaprocentið. Tey vildu føra ein varnan, skynsaman og tryggan fíggjarpolitik og tí var neyðugt við skattahækking. Tað var tryggari at taka meir pening frá borgarunum.

Tey førdu fram, at tað var í góðum tíðum, at skattaprocentið skuldi hækkast. Vit hava framvegis góðar tíðir, men nú knappliga, sum snarljós frá klárum himni, er meirilutin sinnaður at lækka skattaprocentið. Hetta er ikki rættuliga í samsvar við tað sum var meirilutin førdi fram tá, men vit fegnast sjálvandi stórliga.

Eftirtíðin hevur víst, at fólkaflokkurin í Klaksvíkar Býráð hevði rætt í sínum metingum, sum vit gjørdu tá. Fegnist um, at okkara sannføring fyri uml. 7 mánaðum, nú endiliga er gingin upp fyri meirilutasamgonguni.

Skattalækkingin hevur stóran týdning fyri okkara skattaborgarar og fyri okkara kappingarføri við aðrar býir, tá tað kemur til at gjalda skatt. Við fólkaflokkinum á odda var skattaprocentið ongantíð blivið hækkað. Uttan áhaldandi trýst frá fólkaflokkinum var tað heldur ikki blivið lækka aftur nú.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

býráðslimur