Landsfundur Fólkafloksins fríggjadagin 21. august

Sum vanligt skipar Fólkaflokkurin, sambært viðtøkunum, fyri eykalandsfundi í sambandi komandi løgtingsval.

Eykalandsfundurin verður fríggjadagin 21. august, frá kl. 18:00 til 21:00 á Hotel Hafnia í Tórshavn.

Fyrst verður stutt framløga av valskrá og valevnalista floksins. Aftaná verður orðið frítt, soleiðis at bæði valevni og limir floksins annars fáa høvi at leggja síni sjónarmið fram.

Øll fólkafloksfólk eru vælkomin á landsfund Fólkafloksins.