Landsbankin í Kaupthingsstíli

Kristina Háfoss koyrdi alla nevndina í Fíggingargrunninum til hús, tí tey skaffaðu landskassanum 100 mió kr í vinningsbýti, men sama Háfoss vil einki gera við nevndina í Landsbankanum, sum fyllir sínar egnu lummar úr landskassanum.

Meginreglan eigur at vera, at eingin í tí almenna skal kunna játta sær sjálvum pengar. Nevndarsamsýngarnar í Landsbankanum eru dømi um hví.

Undanfarna landsstýrið gjørdi átøk fyri at steðga hesum, t.d. var nevndin í Fíggingargrunninum skift út, tí samsýningarnar, tey høvdu ásett sær, vóru alt ov høgar. Í lógini um Eystur- og Sandoyartunlar stendur, at landsstýrið skal góðkenna samsýningar til nevnd og stjóra.

Fíggjarmálaráði gjørdi lógaruppskotið við hesi áseting, og sama Fíggjarmálaráð hevur nú gjørt uppskotið um Landsbanka, har hendan áseting ikki er í. Munurin er nýtt landsstýrisfólk.

Fíggingargrunnurin

Herfyri valdi Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, at koyra alla nevndina í Fíggingargrunninum til hús. Hennara grundgeving var, at henni ikki dámdi, at Fíggingargrunnurin hevði skaffað landskassanum 100 mió kr í vinningsbýti. Hetta er óskiljandi og vágin boðskapur.

Íleggjarar hava lagt milliardir í partabrøv í børsskrásetta BankNordik og fáa nú at vita, at um teir fáa útgoldið eitt oyra í vinningi, so verða fleiri, ið missa høvdið.

Nú Landsbankanevndin hevur ásett sær sjálvum órímiliga høgar samsýningar, sigur landsstýriskvinnan seg einki vilja gera. Tey, sum koyra í landsskassan, vera fjernaði, men tey, sum fylla sínar egnu lummar úr landskassanum, fáa frið.

Hetta ger hon, hóast løgtingið í vetur einmælt hevur samtykt uppskot frá Løgtingsgrannskoðarunum um, at eingin í tí almenna skal kunna játta sær sjálvum pengar.

Kvalifikatiónir

Tá landsstýriskvinnan setti nevndina fyri landsbankan, kasseraði hon ein nevndarlim, tí viðkomandi var ikki kvalifiseraður, sum hon málbar seg. Hyggja vit eftir nevndini, sum Kristina Háfoss hevur valt, síggja vit leiðandi persónar í kaupthingævintýrinum. Vit vita øll, hvussu har gekk og endaði.

Ein kann spyrja, um tað er kaupthingsstílur, sum nú er komin í Landsbankan? Hesi skulu umsita allan peningin hjá skattgjaldarnum og burtur av tí játta sær sjálvum pening.

Jørgen Niclasen, tingmaður​