Lagnuval !

Útvarpið hevði samrøðu við fyriskiparan av summarfestivalinum og spurt varð m.a. um tað fíggjarliga. Fyriskiparin svaraði, at tað var ikki greitt enn, men um summarfestivalurin ikki legði pening eftir seg, so kundi hann ikki halda áfram. Júst tað sama ger seg galdandi í vinnuni. Um hon ikki leggur pening eftir seg, so kann hon ikki halda áfram.

Eins og summarfestivalurin má tola vind og regn av landssynningi, so má vinnan eisini hava nakað at standa ímóti við, tá hóttaføllini koma. Hesi koma einaferð, tað er bara spurningur um nær.

Fólksins ogn

Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi tosa eisini um Fólksins ogn, men hvar er vinningurin í at geva fólki kvotu, sum ikki hava áhuga og hegni. Vit hava kompetent fólk í sjóvinnuni í dag og tað er grundin til, at hon tjenar pengar. Um vit ikki høvdu fólk, sum dugdu at fáa virðini til høldar, so nyttaði onki við stórum svimjandi virðum í havinum. Tað krevur stóran kapital og evnir at fáa virðini til høldar.

Fólkaflokkurin ynskir at tað skal loysa seg at arbeiða. Tað skal loysa seg at skapa nakað og vera íverksetari. Fólkaflokkurin vil eggja fólki at skapa nakað og gongur inn fyri, at tey sum velta mest, eisini fáa flest eplir. Tað skal ikki loysa seg at leggja seg afturá og bíða til eplini koma úr veltuni. Tað skal heldur ikki loysa seg at leggja seg afturá og bíða til fiskurin kemur úr sjónum.

Vælferðarsamfelagið

Tað grundleggjandi skal vera í lagi. Vit mugu hava okkurt, sum skapar virðini, sum skapar pengarnar. Um vinnan verður so undirdýkt í avgjøldum, at hon hoyknar í knøunum og má geva skarvin yvir, so verður í ringasta fall ikki brúk fyri vøggustovum og barnagørðum, og starvsfólkini har gerast arbeiðsleys.

Sjálvandi skulu vit halda fast við vælferðarsamfelagið, har hond verður tikin um tey veiku, sjúku, børnini og okkara gomlu. Fólkaflokkurin ynskir eisini eitt rættvíst samfelag fyri øll, har ongin dettur niðurímillum. Hetta eru alt sjálvfylgiligheitir, sum vit ikki kunnu vera ósamd um.

Eitt av grundvirðinum hjá Fólkaflokkinum er at stuðla undir vælferðarsamfelagið

Far tí á val og vel ein sterkan fólkaflokk á ting. Tað hevur ongantíð verið meir neyðugt enn júst nú.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Løgtingslimur.