Kringvarpið tvær fullkomiliga sjálvstøðugar tíðindadeildir

VP: Jógvan á Lakjuni, tingmaður fyri Fólkaflokkin, hevur lagt uppskot fram um at endurskoða kringvarpslógina.

Í viðmerkingunum sigur Jógvan á Lakjuni at tað eru farin meira enn 11 ár, síðan Útvarp og Sjónvarp vórðu løgd saman í ein stovn, Kringvarp Føroya, og í hesum døgum eru 10 ár liðin, síðan vit fingu galdandi kringvarpslóg.

- Hóast onkrar broytingar eru gjørdar síðan tá, so er tíðin komin til at eftirmeta samanleggingina og at endurskoða lógarverkið.

- Longu í lógaruppskotinum um samanleggingina av útvarpi og sjónvarpi, sum í oktober 2004 varð lagt fyri tingið, varð boðað frá, at tað framvegis skuldu vera tvær tíðindaeindir, og sagt varð soleiðis í uppskotinum: “Samanleggingin fer tó ikki at hava við sær, at tíðindaredaksjón-irnar verða lagdar saman.

- Til tess at tryggja fjølbroytni í tíðindatænastuni verða tíðindaredak-sjónirnar at virka sum nú og óheftar av hvørjari aðrari.”

- Og tá ið kringvarpslógin so varð gjørd, varð dentur lagdur á hetta, og í § 6, stk. 2 bleiv sett: “Stjórin ger uppskot til stovnsbygnað, sum stýrið staðfestir, tó so, at tað til eina og hvørja tíð skulu vera tvær tíðindaeindir.” Og í viðmerkingunum til hesa grein varð sagt: “Í stk. 2 verður ásett, at tað er stjórin, ið ger stovnsbygnaðin. Einasta avmarking er, at álagt verður stjóranum at tryggja, at stovnurin hevur tvær tíðindaeindir. Orsøkin til ásetingina um tvær tíðindaeindir er kappingarfyrilit.”

- Táverandi Mentanarnevnd, sum viðgjørdi málið í apríl 2006, tók fult undir við hesum og herdi enntá orðingina. Í viðmerkingunum frá nevndini varð sagt: “Nevndin hevur lagt stóran dent á, at tað verða tvær sjálvstøðugar tíðindaeindir í Kringvarpi Føroya. Fyri at staðfesta, at tíðindaeindirnar vanliga skulu arbeiða hvør sær, og fyri at tryggja fjølbroytni í tíðindaflutninginum soleiðis, at føroysku samfelagsviðurskiftini verða viðgjørd frá so nógvum sjónar-hornum sum møguligt, skjýtur nevndin upp at broyta § 6, stk. 2 soleiðis, at orðini sjálv-støðugar tíðindaeindir verða sett inn.”

- Hetta varð tó ongantíð ført út í lívið, men í staðin varð farið hinvegin. Longu tann 1. oktober 2008 varð nýggjur leiðslubygnaður settur í verk og ein tíðindaleiðari settur bæði fyri útvarp og sjónvarp, og í 2010 varð lógin broytt soleiðis, at "tvær sjálvstøðugar tíðindaeindir" varð broytt til "tvær tíðindaredaktiónir".

- Í lógaruppskotinum í mars 2010 varð sagt, at við broytingini varð dentur lagdur á, at talan skuldi vera um ymiskar tíðindaredaktiónir, ikki um tvær tíðindadeildir. Og haraftrat varð orðið “sjálvstøðugar” tikið burtur, tí sagt varð, at í veruleikanum samstarva redaktiónirnar, hóast tær hava hvør sín redaktør við ábyrgd av tíðindadegnum.

- Men í viðmerkingunum til hesa lógarbroyting varð kortini dentur lagdur á at tryggja fjøl-broytni, og sagt varð: “Fyri at tryggja framhaldandi fjølbroytni í tíðindaflutninginum er ásett í komandi public service-sáttmálanum undir Tíðindi:

- “Tað skal vera tryggjað í leiðslubygnaðinum hjá Kringvarpi Føroya, at í minsta lagi tvær tíðindaredaktiónir (ein fyri útvarpsmiðilin og ein fyri sjónvarpsmiðilin) virka óheftar av hvørji aðrari hvønn dag, og at redaktørarnir á tíðindaredaktiónunum hava ábyrgd av tíðinda-degnum og leiða redaktiónsfundirnar”.

- Hetta hevur víst seg ikki at riggað væl,og tað er heilt týðiligt, at tíðindaredaktiónirnar ikki virka óheftar av hvørji aðrari.

- Tí er brúk fyri broytingum soleiðis, at Kringvarp Føroya veruliga fer at hava tvær fullkomiliga sjálvstøðugar tíðindadeildir við hvør sínum tíðindaleiðara, soleiðis at tað kann skapa kapping á økinum og frameftir fer at liva upp til sínar skyldur um “sakliga og óhefta upplýsing og eitt fjøltáttað tilboð”, sum ásett er í lógini.

Greinin er upprunaliga at finna á vp.fo