Knæfall Aksals

Tað er gott at Aksel nú tekur í egnan barm, og ásannar at útreiðslur landskassans í hansara tíð sum løgmaður vuksu við 849 mió kr íalt.

Tað er eisini gott at hann ásannar, at í sama tíðarskeiði vuksu útreiðslurnar hjá Samhaldsfasta við 300 mió kr. Ella íalt 1149 mió kr.

At so átøk vóru gjørd fyri at fáa pengar innaftur er rætt. Millum annað varð meiri tikið av lønini hjá fólki til Samhaldsfasta, fyri at flyta pensiónsútreiðslurnar í landinum frá landskassanum út til lønmóttakaran sjálvan at fíggja. Also, nú slapp lønmóttakarin sjálvur at bera tær útreiðslurnar, sum partafelagsskattur, mvg-gjald o.a hevði fíggjað frammanundan.

Javnaðarflokkurin stóð eisini á odda fyri ráninum frá føroysku kommununum, har kommunurnar sluppu at gjalda 30 mió kr fyri hækkingina í fyritíðarpensiónsveitingini, sum Aksel lovaði føroysku kommununum at fáa aftur. Hetta gekk serliga útyvir veiku kommunurnar í Føroyum, serliga í suðurøkinum í landinum.

Fyri ikki um at tala pengarnar ið Aksel tók frá føroysku kommununum at fíggja eldraøkið við, tá tvungna uppsparingin varð lækkað úr 15% niður í 12%. Hendan rokning kemur at kosta føroysku kommununum um 20 mió kr árliga, frá 2027 og frameftir. Lætt er at spæla jólamaður tá onnur skulu betala gávurnar.

Brandur Sandoy, tingmaður