Javnvág í valdinum

Annika Olsen og Jákup Mikkelsen hava lagt uppskot fyri Løgtingið, har borgarstjórar í fulltíðarstarvi ikki eisini kunnu sita í løgtinginum, men mugu velja annað.

Tað hevur týdning, at fólkavaldu umboðini í Løgtinginum einans umboða áhugamálini hjá veljarum sínum og ikki brúka løgtingssessin at verja kommunal seráhugamál, halda Annika Olsen og Jákup Mikkelsen.

Amerikanska fólkaræðisliga skipanin hevur eitt hugtak, sum teir rópa "Checks and Balances", meðan Montesqui átti hugtakið "Separation of Powers". Bæði hugtøkini hava til endamáls, at tryggja, at ein partur av demokratisku skipanini ikki setir seg á alt valdið.

Seinnu árini hava vit í Føroyum tosað nógv um kommunur, um samanleggingar og at ábyrgdir skulu flytast út til kommurnar. Úrslitið av vaksandi kommunum við vaksandi ábyrgdum hevur millum annað verið sterkari kommunustýri og ikki minst sterkari borgarstjórar.

Og nú hava vit sæð, at valdið hjá Løgtinginum byrjar at skeiklast av sterkum kommunalum áhugamálum, sum ikki koma fyri ein dag og sum veljarin onga ávirkan hevur á.

Tað er bæði rætt og rímiligt, at borgarstjórar í fullum starvi mugu velja millum borgarstjórasessin ella løgtingssessin.

Sum øll onnur fólkavald, skulu borgarstjórar eisini virða regluna um í mesta lagi eitt hálvtíðar alment starv við síðunar av løgtingssessinum, halda Annika Olsen og Jákup Mikkelsen, uppskotssetarar.

Uppskotið kann lesast HER:

http://www.logting.fo/files/casestate/16141/088.15%20U.t.ll.%20um%20br.%20i%20ll.%20um%20kommunustyri%20-%20Kommunustyrislogin%20-%20borgarstjorar.pdf