Játtanarkarmarnir eins skroypuligir sum bústovnar hjá tí almenna

Um Búskaparráðið hevur rætt í sínum metingum, kunnu vit vanta enn eina sosialistiska skatta- og avgjaldsøði frá samgonguni longu í heyst. Tað verður fráboða í Játtarkørmunum hjá landsstýrinum.

Kristina Háfoss, landsstýrikvinna, hevur lagt játtanarkarmar fyri 2019 fyri Løgtingið. Útreiðslurnar sleppa at vaksa ótolmaðar og fyri at fáa rúm fyri teimum, hevur Háfoss mett ovurstóran búskaparvøkstur og harvið øðiliga inntøkuøking hjá landskassanum. Búskaparráðið sigur at búskaparvøksturin er steðgaður, men tað leggur landsstýrið líkað í, tí útreiðslurnar eru jú vørumerkið hjá samgonguni.

Búskapurin eigur at byggja á trygga grund, men vinstrahallu flokkarnir, Framsókn, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi hava bygt eitt búskaparligt korthús. Vakurt og lovandi, men bert eitt lot ímóti og tað fellur.

Um metingarnar hjá Búskaparráðum eru rættar, so verður hall á fíggjarlógini fyri næsta ár. Í Játtanarkørmunum hjá landsstýrinum veður fráboða, at um inntøkumetingarnar hjá Háfoss ikki halda, so verða onnur inntøkuátøk framd.

Heldur enn at steðga útreiðslugildinum, ætlar landsstýrið koma við nýggjari skatta- og avgjaldsøði á føroysku familjurnar og vinnuna.

Jørgen Niclasen, form. Fólkafloksins