Jákup Mikkelsen spyr um viðurskiftini hjá leiðsluni í Krinvarpi Føroya

§52 fyrispurningur til Rigmor Dam, landsstýriskvinnu viðvíkjandi Kringvarp Føroya.

1. Tekur Rigmor Dam, landsstýriskvinna undir við, at Kringvarp Føroya er sjálvstøðugur almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini?

2. Tekur landsstýriskvinnan undir við, at stýrið er ovasta leiðslan á stovninum og hevur yvirskipaðu ábyrgdina av, at ásetingarnar í lógini og øðrum fyriskipanum um virksemi stovnsins verða fylgdar?

3. Tekur landsstýriskvinnan undir við, at KvF-stjórin hevur ovast dagligu leiðsluna og at tað er stjórin sum setir og loysir starvsfólk úr starvi?

4.Hví hevur landsstýriskvinnan nú loyvt Mentamálaráðnum at geva Kringvarpinum tænastuboð um ikki at seta ein nýggjan tíðindaleiðara, hóast hægsti myndugleikin fyri Kringvarpið er stýrið sum skal tryggja, at KvF er og eigur at vera óheft frá allari politiskari uppíblandan?

5. Virðir landsstýriskvinnan ikki, at tað sambært lóg er tað stýrið setur stjóran fyri Kringvarpið og stjórin setur starvsfólk og sigur hesi úr starvi?

6. Ætlar landssstyriskvinnan við sínum tænastuboðum í veruleikanum at taka avgerð um hvør skal virka sum tíðindaleiðari fyri Kringvapið. Virður landsstýriskvinnan ikki, at hettar er ein avgerð sum bert kann takast av dagligu leiðsluni fyri stovnin?

7. Er landsstýriskvinnan ikki vitandi um, at ein kærustovnur ongan løgfrøðisligan rætt hevur at taka avgerð um, at ein frákoyrdur tíðindaleiðari skal setast aftur í starv, og at hettar er galdandi uttan mun til um kæran hjá tíðindaleiðaranum verður gingin á møti ella ikki?

8. Hvat politiskt motiv hevur landsstýriskvinnan fyri hesi atgerð móti Kringvarpinum, vitandi um, at hon, umframt at gera seg inn á kringvarpslógina, eisini greitt brýtur higartil nýttar mannagongdir og siðvenjur?

Viðmerkingar:

Síðani kringvarpslógin fekk virknað í 2006, hevur tað verið aðalreglan, at landsstýrismaðurin í mentamálum og Mentamálaráðið hevur hildið seg til armslongdarprinsippið, og hava skiftandi ráðharrar og ráðið ongantíð politiskt blandað seg í tær avgerðir KvF-stýrið og stovnsleiðslan hava tikið.

Hetta hevur eisini verið í fullum samljóði við § 3 í lógini um Kringvarp Føroya, har tað er ásett, atKringvarp Føroya er sjálvstøðugur almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini.

Einasta uppgávan hjá landstýrismanninum hevur verið fjórða hvørt ár sambært § 4 í lógini at tilnevna sjey stýrislimir og sjey varalimir fyri 4 ár í senn. Harafturat hevur landsstýrismaðurin tilnevnt stýrisformann og næstformann.

Í § 5 í kringvarpslógini er greitt ásett, at stýrið er ovasta leiðslan á stovninum og hevur yvirskipaðu ábyrgdina av, at ásetingarnar í lógini og øðrum fyriskipanum um virksemi stovnsins verða fylgdar. Eftir tilmæli stjórans staðfestir stýrið virksemi stovnsins sum heild og yvirskipaðu meginreglurnar fyri programmpolitikkin í fíggjarárinum, eins og stýrið skal góðkenna og hava eftirlit við stovnsins rakstrarætlan og roknskapi.

Harumframt setir og loysir stýrið úr starvi stjóra.

Í viðmerkingunum til § 5 verður hetta nágreinað soleiðis: Stýrið hevur ovastu leiðsluna og yvirskipaðu ábyrgdina fyri Kringvarpinum, og skal hetta síggjast í mun til, at stjórin hevur ovastu dagligu leiðsluna.

Viðvíkjandi virkisøkinum hjá stjóranum er m.a. ásett í § 6 í lógini, at stjórin hevur dagligu programmábyrgdina og røkir fyrisitingarligu- og búskaparligu leiðsluna av Kringvarpi Føroya.

Í viðmerkingunum til § 6 verður hetta lýst soleiðis: Stjórin hevur dagligu programmábyrgdina og ábyrgdina av fyrisitingini og teimum málum, sum stovnurin tekur sær av. Stjórin skal umrøða viðurskifti við stýrið, t.d. programminnihald og programmlegging.

Stjórin setir starvsfólk og loysir starvsfólk úr starvi. Sama sum er ásett í § 5.

Við hesum greiðu ásetingum hevur politiski myndugleikin ongantíð blandað seg í starvsfólka- og ella programmvirksemið ella givið Kringvarpsstýrinum átalu og slettis ikki givið Kringvarpinum tænastuboð, hóast KvF í sínum virksemi farnu árini hevur havt nógvar sendingar, sum fjøldin og nógvir politikarar halda hava verið so tendentiøsar og leiðandi, at flestu vildu ynskt, at kringvarpstýri og kanska eisini politiski myndugleikin alment talaðu at ella tóku frástøðu frá áhaldandi jagstranini av navngivnum fyritøkum og persónum.

Vísandi til armslongdarprinsippið og journalistiska frælsið er hetta tó ongantíð gjørt. Stovnurin hevur uppá gott og ilt virkað eftir egnari skipan og sjálvsfatan, og hevur samsvarandi framleitt sendingar og gerandisrakstur eftir egnari ”politiskari” fatan.

Men nú er brádliga vent í holuni, nú programmleiðarin er søgd úr starvi.

Mentamálaráðið hevur beinleiðis yvirrulað § 3, § 5 og § 6 í kringvarpslógini og lagt seg út í dagliga raksturin í Kringvarpinum, og hevur Mentamálaráðið givið Kringvarpinum tænastuboð um ikki at seta ein nýggjan tíðindaleiðara, hóast hægsti myndugleikin fyri Kringvarpið er stýrið – áseting sum skal tryggja, at KvF er og eigur at vera óheft frá allari politiskari uppíblandan.

Sambært lóg er tað stýrið sum setur stjóran fyri Kringvarpið og stjórin setur starvsfólk og sigur hesi úr starvi.

Tað er serstakliga ófrættakent, at Mentamálaráðið/landsstýriskvinnan nú blandar seg í eitt uppsagnarmál og gevur politiskt óhefta Kringvarpinum tænastuboð um ikki at seta annan tíðindaleiðara.

Hetta er undir øllum umstøðum í greiðari andsøgn við lógarásetingarnar, viðmerkingarnar til lógina og er eisini greitt brot á alla siðvenju higartil.

Hvat vil ráðið og landsstýriskvinnan við hesi íblandan? Er ætlanin at taka stýri og stjóra av ræði, sum má tulkast sum beinleiðis lógarbrot? Og ætlar ráð og landsstýriskvinnan at seta tíðindaleiðaran aftur í starv?

Hesin atburður hjá Mentamálaráðnum og landsstýriskvinnuni ber boð um politiska íblandan, sum higartil var hildin bert at hoyra heima í londum, sum vit vanliga ikki vilja samanbera okkum við.

Tí verða hesir spurningar settir landsstýriskvinnuni í Mentamálaráðnum at svara.

Á Føroya Løgtingi

Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður