Integrasjónslóg fyri tingið

Undanfarni landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum, Helgi Abrahamsen,  segði seg vera sinnaðan at leggja eina integrasjónslóg fyri Løgtingið í hesum tingárinum, og varð  hetta eisini fráboðað í løglistanum.  Nú nýggjur landsstýrismaður er komin í sessin er áhugavert at vita, um hetta framvegis er galdandi. Í 2010 varð integrasjónsálitið skrivað og handað landsstýrinum, har tað greitt kom fram, at skal integrasjónin av útlendingum í Føroyum eydnast,  er alneyðugt at fáa greiða lógarheimild til tess at veita útlendingum nøktandi málførleikar og innlit í føroysk viðurskifti, siðsøgu og mentan. Integrasjónsálitið varð gjørt í samband við ætlaðu yvirtøkuna av útlendingamálum.

Tøl frá hagstovuni vísa, at talið á útlendingum er í støðugum vøkstri, og serliga útlendingar við øðrum uppruna enn norðurlendskum. Í 2001 vóru tað 393 útlendingar uttan fyri Norðurlond í Føroyum, svarandi til 0,8 prosent av samlaða fólkatalinum. Í 2021 vóru tað heili 1929 útlendingar uttan fyri Norðurlond í Føroyum, svarandi til 3,6 prosent av samlaða fólkatalinum. Altso ein øking á 1535 útlendingar tey seinastu 20 árini. Hetta kom eisini fram í áhugaverdum innslagi í Kringvarpi Føroya, sum vísti á, at útlendingar serliga koma úr londum sum Filipsoyggjunum, Rumenia, Póllandi, Teilandi, Bretlandi og Serbia og Montenegro. Talan er um lutfalsliga ung fólk, sum starvast innan matvøruframleiðslu (fiskaídnaðin), tænastuvinnuna, skipasmiðjur v.m. Av hesum starvfólkum er ein stórur partur  kvinnur. Javnan er tað frammi um, at hesar kvinnur eru vælútbúnar, og um tær høvdu neyðuga málførleikan í føroyskum, kundu tær havt arbeitt bæði sum læknar, juristar, í størvum innan almenna fyrisiting, eldrarøkt  v.m.

Børnini hjá útlendingum í Føroyum ganga á dagstovni og  í føroyska fólkaskúlanum, har ein grundleggjandi fortreyt fyri væleydnaðari integrasjón er  málmenningin, at tað verða veittir nóg nógvir tímar í føroyskum fyri útlendsk børn.

Í 2019 varð umsitingarligi parturin av útlendingamálum yvirtikin. Havandi í huga, at størsta avbjóðingin í løtuni er vantandi arbeiðsmegi á føroyska arbeiðsmarknaðinum, eru framvegis eingir batar at hóma. Tað er framvegis fyrisitingarliga sera trupult at fáa skikkaða arbeiðsmegi til Føroyar. Vísandi til omanfyri standandi viðurskifti, vera hesir fyrispurningar settir landsstýrismanninum Magnusi Rasmussen:

1.     - Nær kann integrasjónslógin væntast at koma í Tingið?

2.     - Verður neyðug játtan sett av á fíggjarlógini til málmenning v.m. fyri útlendingar og útlendsk børn?

3.     - Verður tað eitt krav, at útlendingar skulu hava lokið skeið í føroyskum fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi?

4.     - Verður nakað gjørt fyri at fáa útbúnar kvinnur í størv, ið eru hóskandi til teirra útbúgving?

5.     - Nær kann greiða fáast á truplu umsitingini av útlendingamálum, serliga hvat viðvíkur arbeiðs- og uppihaldsloyvum?