Innkoyringing til flogvøllin er alt annað enn nøktandi

Munnligur fyrispurningur til Henrik Old, landsstýrismann um innkoyringarveg til Vága Floghavn

- Nær verður farið í gongd við arbeiðið til innkoyring til Vága Floghavn

Viðmerkingar:
Á Vága Floghavn er spakin júst settur í at gera nýggj parkeringsøki. Innkoyringing til flogvøllin er alt annað enn nøktandi og tað er landsins uppgáva.

Landsverk hevur gjørt projekt, sum Sørvágs Kommuna og Vágafloghavn er nøgd við.

Men arbeiðið er steðga upp og sum skilst er tað Søvn Landsins, sum hevur lagt seg í buktina, tí nakað av betongi frá bretsku hermegini er í nærheitini.

Bretska hervaldið hevur lagt sera nógv betong eftir seg á sera stórum økjum í Vágum.

Tað gevur onga meining, at hesir betongklumpar skulu steðga menning í oynni. Vóni landsstýrismaðurin arbeiðir við málinum og kann greiða frá, nær komi verður í gongd.

Munnligur fyrispurningur til Rigmor Dam, landsstýrikvinnu um innkoyringarveg til Vága Floghavn

- Ætlar landsstýriskvinan at loyva ella nokta innkoyringarveg til Vága Floghavn?

- Nær fellur avgerðin?

Viðmerkingar:
Á Vága Floghavn er spakin júst settur í at gera nýggj parkeringsøki. Innkoyringing til flogvøllin er alt annað enn nøktandi og tað er landsins uppgáva. Landsverk hevur gjørt projekt, sum Sørvágs Kommuna og Vágafloghavn er nøgd við. Men arbeiðið er steðga upp og sum skilst er tað Søvn Landsins, sum hevur lagt seg í buktina, tí nakað av betongi frá bretsku hermegini er í nærheitini. Tað gevur onga meining. Bretska hervaldið hevur lagt betong eftir seg á sera stórum økjum í Vágum. Tað gevur onga meining, at hesir betongklumpar skulu steðga menning í oynni.

Sum skilst, eigur landsstýriskvinnan, Rigmor Dam, avgerðina. Hon umsitur Søvn Landsins. Tí verður spurt, hvat landsstýrikvinnan ætlar og nær hon tekur avgerðina.

Jørgen Niclasen,
løgtingsmaður