Í Føroyum skulu føroyingar ráða og ikki Sea Sheperd

Men tað gera vit tíverri ikki, og tí sleppur ein felagsskapur sum Sea Shepherd at gera um seg í Føroyum, og á óreiðiligan hátt skaða umdømi Føroya úti í heimi. Tað er altið lætt at vera bakklókur, men rættast hevði verið, at hesi skipini vórðu forðaði yvirhøvur at koma inn um 12 fjórðingar. So høvdu vit sloppið undan nógvum óneyðugum stríði.

Tíverri eydnaðist tað okkum ikki í hesum valskeiði at yvirtaka útlendingamál. Hesum ætli eg mær tó framhaldandi at arbeiða til frama fyri. Talan er um týdningarmikið mál, ið kemur til sjóndar í hesum døgum. Um málsøkið varð yvirtikið, høvdu Føroyar sitið við avgerðini um, hvørji fólk ikki verða mett skikkaði at sleppa til Føroyar, og soleiðis forða hesum fólkum, ið hava til endamáls at koma til Føroyar at bróta føroyska lóggávu, yvirhøvur seta føtur sínar á føroyska jørð.

Útlendingalógin

Ùtlendingamál er felagsmál, og saman við útlendingamálum hongur marknaeftirlitið, tvs eftirlitið við, hvør kemur inn loftvegis og sjóvegis til Føroyar. Av tí, at vit ikki sjálvi avgera hvør kann koma til Føroyar, var neyðugt at geva løgregluni lógarheimildir til at forða fyri, at Sea Sheperd gjørdi seg inn á okkara rættindi. Hetta er nú lógarásett í grindalógini. Í mínum hugaheimi er tað ongin ivi um, at vit eiga sjálvi at avgera hvør kemur til Føroyar. Tað er ongantíð so umráðandi sum just nú, at vit yvirtaka útlendingamál og marknaeftirlitið, tí í Føroyum skulu føroyingar ráða og ikki fremmandir felagsskapir, sum hótta okkara grundleggjandi rættindi til okkara tilfeingi. Tað er í roynd og veru lagnunnar speisemi, at danskir myndugleikar fyri einans einum ári síðani forðaðu føroyskum skipum og vørum at koma inn í danskar havnir, meðan Føroyar ikki kunnu – eina tí at málsøkið ikki er yvirtikið – forða Sea Shepherd fjepparum at koma til Føroyar.

Tað er í lagi at vera rúmsáttur og vísa tolsemi. Tað er í lagi at loyva fólki at hava sína hugsan, og at lata tey gera vart við seg. Men vit nýtast ikki at vera so bláoygd, at vit saga greinina av, sum vit sjálvi sita á og loyva einum felagskapi til Føroyar, sum hevur eitt endamál at forða grindadrápi við at fremja óreiðiligt – og til tíðir ólógligt og landaskaðiligt virksemi fyri Føroyar. Hetta vísir seg nú eisini at ganga út yvir okkara ferðavinnu

Grindadrápið er aldragamalt og hevur hildið lívið í mongum føroyingi. Talan er í roynd og veru um tilfeingi eins og annað tilfeingi í sjóøki Føroya, og tí kann veruliga hóttanin verða rættur Føroya at fáa til vega tilfeingi sítt. Tískil er tað umráðandi, at vit halda í hevd henda sjálvsagda rætt Føroya. Í Føroyum skulu føroyingar ráða og ikki Sea Shepherd.

Annika Olsen

Valevni Fólkafloksins til løgtingsvalið