Huxa Landsfundur 2019

Ungmannafelagið hjá Fólkaflokkinum, Huxa, hevði landsfund týskvøldið 22. januar.

 

Nýggja nevndin er umboðað av fólki úr Klaksvík, Fuglafirði, Sumba, Eiði og Streymnesi.

 

Nevndin hevur skipað seg soleiðis:

Tummas Jóhan í Djónastovu, Eiði, formaður

Arnbjørn E. Justesen, Klaksvík, næstformaður

Beinir Johannesen, Klaksvík, kassameistari

Jákup Oluf á Lakjuni, Fuglafjørður, skrivari

Sólfinn Gudmundsen, Sumba, nevndarlimur

 

Eykalimur:

Eyðstein Zachariasen, Streymnes

 

Nevndin skrivar: ”Á fyrsta nevndarfundinum, ið var beint eftir aðalfundin, varð samtykt at halda á við konservativu leiðini. Nevndin ætlar komandi árið at geva sítt ískoyti til samfelagskjakið, og koma við borgarligum loysnum innan m.a. fiskivinnu-, bústaðar-, lærlinga- og umhvørvispolitikki. Nýggja nevndin fer at halda somu leið sum undanfarna nevnd, viðvíkjandi fosturtøku spurninginum og øðrum etiskum málum.”