Hjálparpakkin samtyktur

Eitt einmælt løgting samtykti í dag hjálparpakkan.

Landsstýrið fer við hjálparpakkanum at hjálpa fólki og fyritøkum og gera tað lættari hjá privatum arbeiðsgevarum at tillaga virksemið til minkaða eftirspurningin.

Í hjálparpakkanum eru fýra ítøkilig átøk, sum hjálpa sjálvstøðugum vinnurekandi, starvsfólki, sum eru sett niður í tíð, og teimum arbeiðsgevarum, sum rinda løn undir sjúku. Somuleiðis verður gjaldførið hjá fyritøkum styrkt.

Rós til andstøðuna.

Hetta hevði ikki verið møguligt uttan teirra hjálp og stuðul.

Les meira um uppskotini her:
http://www.vp.fo/…/news/news/detail/hjalparpakkin-samtyktur/