Hjálpa flóttarfólkum

Hjálpa flóttarfólkum

Vit eiga í mestan mun at hjálpa flóttafólkum,har tey eru og eiga ikki at taka teytil Føroyar.

Vit kunnu ímynda okkum, um vit sjálviskuldu komií ta støðu, at vit vóru noydd tilat flýggja av landinum íonnur lond vegna ræðuleikar,vænti eg, at flest øllvildu farið til okkara nærmastu grannalond.

Vit vildu valt okkara nærmastu grannar fram umonnur lond longri burtur. Til londvið heilt øðrum mentanum, siðum og trúgv. Heimligast erat vera í kendum umhvørvi.

Mentaliteturin í okkara grannalondum líkist mest okkara egnu mentan.Um vit kundu valt ímillum eitt av norðurlondunum, ella okkurt “ókent” land langt burtur,so vænti eg, at flestu okkara høvdu fyritrekt okkurt av norðurlondunum.

Tað er torførari at flyta til lond við øðrum mentanum, siðum og trúgv og hesi fólkini hava nóg nógvar trupulleikar frammanundan. Best er at verða í kendum umhvørvi og tað er best fyri allar partar.

Mest fæst eisini burtur úr stuðlinum við at hjálpa úti á staðnum, heldur enn at flyta flóttafólkini til Føroyar. Størsta og bestahjálpin er at hjálpa flóttafólkunum har tey eru.Her fæst meir fyri minni.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Valevni til fólkatingið