Hendur og høvd

Vit mugu halda fram við at útbúgva eina fjølbroytta arbeiðsmegi, men tað er týdningarmikið, at øll ikki blíva akademikarar

Leingi hevur tann praktiska starvsleiðin verið ein forfjónaður partur av okkara útbúgvingarskipan. Tað er tíð uppá, at tær verkligu útbúgvingarnar koma aftur til heiður og æru.

Hvat hevði samfelagið verið uttan elektrikarar, timburmenn, maskinsmiðir, skiparar, snikkarar og maskinmeistarar. Danmark hevur gjørt tað mistakið at leggja ov stóran dent á akademiskar útbúgvingar og er um at drukna í akademikarum, meðan stórur tørvur er á handverkarum.

Skúladepilin í Marknagili, sum hendan samgongan hevur sett á skinnara í ringastu krepputíð kann vónandi vera við til at lyfta okkara útbúgvingarskipan á eitt hægri støði. Vinnuhúsið eftirlýsir í hesum døgum eina meistaraútbúgving, og hetta eiga vit at kanna nærri eftir eitt val. Hetta fyri at styrkja handverksvinnuna í Føroyum.

Kunsturin má vera at finna eina góða javnvág millum tær verkligu og tær bókligu útbúgvingarnar. Á hendan hátt kann vinnan fáa hendur á tí arbeiðsmegi, ið krevst, og skapa størst møguligan vøkstur.

Hegnigar hendur krevja eisini eitt gott høvd!

Føroyska arbeiðsmegin og ekspertisan kom veruliga til sín rætt, tá West Hercules stevndi inn á Skálafjørðin síðsta summar. Hugaligt var at síggja alt virksemið úr stovuvindeyganum heima á Glyvrum, tá ið føroysk arbeiðsmegi avgreiddi hendan risan.

Skálafjørðurin er ein framleiðslufjørður, har ein stórur partur av landsins útflutningi verður skaptur. Hetta eru vit sera errin av á Skálafjørðinum, og West Hercules verkætlanin kastaði nógv arbeiði av sær fyri føroyingar kring alt landið.

Rodmundur Nielsen

Valevni Fólkafloksins