Heimastýrislógin farin um pensjónsaldurin, skal nú pensjonerast!

Eingin yvir – eingin við síðuna av løgtinginum

Tað er ein boðskapur, ið mangan hevur verið nýttir. Ein av formonnum fólkafloksins, Hákun Djurhuus, hevði mangan hesi orð á munni.

Løgtingið eigur at vera hægsta lóggávuvald føroyinga, tað er eingin ivi um tað, eingin yvir – eingin við síðuna av løgtinginum. Vit skulu bert velja umboð til eitt lóggávuvald, løgtingið. Í dag er tað soleiðis, at umframt at vit hava løgtingið, so velja vit føroyingar eisini tvey umboð á danska fólkatingið. Hví skulu vit velja umboð á danating? Allar ríkislógir, sum skulu setast í gildið í Føroyum, verða viðgjørdar av løgtinginum, politiska viðgerðin er í Føroyum, í løgtinginum.

Neyðugt við broyting

Heimastýrislógin er farin um pensjónsaldurin, og skal nú pensjonerast.

Neyðugt er at gera eina nýggja skipan millum Føroyar og Danmark, eina skipan har Danir viðurkenna, at Føroyar erueitt sjálvstýrandi land. Danmark, sum er partur av størri felagssakpið, ES, hevur í verkið víst, at tá ið ástendur, verður hesin felagsskapur tikin fram um ríkisfelagsskapin. M.a vórðu danskar havnir vórðu stongdar fyri føroyskum fiskiskipum eftir boðum frá ES. Hvørji verða næstu kravboðini frá EU, bann móti grindadrápið?Løgtingið samtykti í vetur áheitan á landsstýrið um at seta í verk átøk sum kundu fyribyrgja, at umboð fyri felagsskapir, ið hava til endamáls at fremja ólógligt virksemi ella hótta lóglig rættindi í Føroyum, kunnu koma til landið. Løgmaður hevur upplýst fyri tinginum, at av tí at útlendingamál ikki er yvirtikið málsøki, hevur landsstýrið samskift við donsku stjórnina um spurningin. Løgmála­ráðharrin boðaði frá, at tað ber ikki til løgfrøðiliga frammanundan at lóggeva um, at ávísir felagsskapir ella persónar ikki kunnu koma til landið, og at ríkisstjórnin ikki ætlar sær at leggja slíkt mál fyri Fólkatingið. Her gekk so ríkisstjórnin í móti samtykt løgtingsins. Neyðugt er at vit sjálvi hava endaliga avgerð og ábyrgd í øllum okkara viðurskiftum.

Fólkafloksfólk á danating – farið á val

Vit mugu senda sjálvstýrisfólk á fólkating at greiða dønum frá, at neyðugt er at gera broytingar í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark. Verðandi heimastýrisskipan er avoldað. Røðarapallur fólkatingsins gevur okkum møguleikar at greiða donskum polittkarum frá okkara støðu. Føroyingar eru býttir umleið helvt um helvt um spurningin um sjálvstýrið/samband, og vísa veljarakanningar til fólkatingsvalið nú, at sambandsflokkurin og samríkisflokkurin vinna báðar fólkatings­sessirnar við undirtøku frá umleið helminginum av veljarum. Tað eru tó nógvir veljarar, ið enn ikki hava tikið støðu til hvønn teir fara at velja ella um teir fara á val. Hetta eru sambært kanningunum m.a. veljarar hjá Fólkaflokkinum. Eg farið tí at heita á tykkum øll um at fara á val hósdagin og velja Fólkaflokkin á fólkating. Vit fara at siga dønum frá, at Føroyingar ynskja, at eingin er yvir og eingin við síðuna av løgtinginum. Fólkaflokkurin hevur 12 valevni at velja í millum, eg eri ein teirra og tykkara atkvøður kunnu gera góðan mun.

Vel Fólkaflokkin! – Vel Janus Rein