Heilsumenning við gransking

Føroyar hava tørv á einum støðugt mennandi og framkomnum heilsuverkið. Eg havi sjálvur seinastu tingsetuna arbeitt fyri at fáa sett FarGen verkætlanina í gongd og kann bara fegnast um, at hon tykist veruliga at leggja frá landi nú í heyst.


Tað er eingin ivi um, at framtíðar heilsuverk í alsamt størri mun fer at brúka íleguvitan bæði í viðgerð, men eisini í tí fyribyrgjandi arbeiðinum, soleiðis at vit kunnu steðga sjúkum nógv fyrri enn í dag – og fyribyrgja nógv fleiri sjúkum - samstundis sum viðgerðir verða snikkaðar til tann einstaka, soleiðis at heilustænastan í mest møguligan mun tekur atlit til einstaka borgaran.

Verkætlanin kann eisini seta okkum á fremstu rók á einum mest framfúsnu granskingarøkjum í dag. Eitt øki, sum m.a. ES gransking satsar nógv uppá. Ikki bara kann FarGen verða við at menna okkara heilsuverk, men eisini verða grundsúlan í menningini av einum sterkum og altjóðagjørdum granskingarumhvørvi í Føroyum.

Eisini gevur hetta nýggjar arbeiðsmøguleikar hjá okkara mongu útisetum, sum gjarna vil heimaftur at arbeiða eftir lokna útbúgving.

FarGen verkætlanin hevur longu víst, at stórur altjóða áhugi er fyri henni og tí gransking, sum kann gerast í Føroyum.

Hin parturin, sum eisini liggur Fólkaflokkinum nær er, at heilsuvinna er ein vaksandi og sera týdningarmikil vinnugeiri, soleiðis hava vit møguleika at byggja upp ein nýggjan vinnugeira, samstundis sum vit menna okkara heilsuverk og gransking, okkum øllum at frama.

Jákup Mikkelsen, valevni Fólkafloksins