Góðar møguleikar fyri útbúgving

Eg vil vera við til at tryggja góðar karmar fyri útbúgving í Føroyum.

Fólkaskúlin skal vera føroyskur. Málið og tilfarið eigur at vera á føroyskum og byggja á føroysk viðurskifti. Vit eiga at hyggja, lurta og læra av okkara grannalondum og útheiminum, men gera egna tillagingar, soleiðis at okkara ungu verða búnað til okkara samfelag.
Fólka- og Miðnámsskúlin skulu ganga á odda fyri at brynja komandi ættarlið til samfelagið vit liva í. Umframt verandi lærugreinar eigur dentur eisini at vera lagdur á íverksetan og skapandi vinnu. Lærarar eiga at fáa hóskandi skeið á økinum.
Miðnáms- og framhaldsútbúgvingar verða lagaðar til tann føroyska vinnu- og tænastutørvin. Øllum eigur at standa í boði at fara undir miðnámslestur, umframt at stuðul eigur at vera latin øllum.
Tey, sum ikki ynskja at fara tann bókliga vegin skulu hava nógvar og fjølbroyttar møguleikar fyri læruplássum.
Lestrar- og granskingar umhvørvið eigur at vera ment og útbygt. Búeindir eiga at vera bygdar, har lesandi kunnu búgva fyri ein sámuligan prís. Fyri, at tey ungu skulu fáa so bíliga leigu sum gjørligt, eigur eingin skattur at vera tikin fyri útleiging av íbúðum.
Familjan er grundarsteinurin undir okkara samfelagi, og ynskja vit at fjálga um hana, tí skal tað vera lættari at vera lesandi við børnum.
Ynski er einar framtíðar Føroyar, við fjølltáttaðum útbúgvingarmøguleikum.

Joan Neshamar
Valevni Fólkafloksins