Góð tíðindi fyri føroyska búskapin!

Góð tíðindi fyri føroyska búskapin!

Metingarfyritøkan Moody’s hevur júst kunngjørt teirra nýggju meting av Føroyum og føroyska búskapinum. Útlitini hjá búskapinum eru broytt frá negativ (negative) til støðug (stable).

Orsøkin til at útlitini eru betrað eru:
a) Ein úrslitagóð ætlan at minka um hallið á fíggjarlógini
b) At skuldin væntandi fer at minka eftir 2016 og ...
c) At búskapurin er sterkari, millum annað orsaka av vøkstur í BTÚ og lágum arbeiðsloysi

Ratingin frá Moody's hevur m.a. ávirkan á rentuna sum føroyski búskapurin í snit skal gjalda fyri fígging. Sum heild eru tvey ting sum skulu vera til staðar fyri at røkka góðum búskaparvøkstri. Tað er atgongd til bíliga fígging og atgongd til bíliga orku. Sum heild kann ein betri rating tí føra til betri búskaparvøkstur.

Hóast andstøðan mangan hevur ávarað um okkara búskaparpolitikk, so mugu vit helst hava gjørt rætt hóast alt. Tað staðfestir Moody's í øllum førum, sum sigur at Føroyar eru á rættari kós!

Janus Rein

Løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin

Gjaldstovan ber tíðindini í tíðindaskrivi.