Fyrstu verkirnir

Vit hava nú seinastu tíðina verið vitnið til fyrstu avleiðingarnar av fiskivinnunýskipanini hjá reyðu samgonguni. 25 mans hava mist ein góðan kjans við Sjúrðarberg. Fleiri av hesum hava júst sett búgv. Her tosa vit ikki bara um 25 mans, men um heilar familjur, kanska uml. 100 fólk, sum merkja avleiðingarnar av politikkinum hjá samgonguni.
Undarligt at hugsa sær, at JFK, sum hevur keypt kvotur dýrt fyri at reka vinnu, nú skal missa tað sum felagið hevur keypt. Samgongan tekur frá honum til at deila út til onnur økir í landinum, sum menningarkvotur. Ein nevnd skal meta, hvar hesin fiskurin gera størri gagn enn hjá JFK.
Tað verður lagnunnar speisemi, um nú somu kvotur verða latnar ókeypis aftur til somu støð, sum JFK keypti tær frá. Sum fleiri ferðir er nevnt, so eru tað tey, sum hava ríkað seg upp við at selja, og nú skulu hesi økir fáa somu kvotur aftur, ókeypis. Um JFK kemur at tørva rávøru, so skal felagið út at keypa einaferð aftrat á uppboðssølu.
Aðrir reiðarar hugsa um, hvussu teir sum frægast kunnu sleppa sær av við skipið og sleppa úr fiskivinnuni snikkaleysir.
Nei við hesi samgonguni eru útlitini døpur hjá fiskivinnuni í Føroyum.

Veljarar í høvuðsstaðnum stóra ábyrgd.
Til komandi val satsar samgongan, sum náttúrligt er, allarhelst uppá at vinna valið í høvuðsstaðnum. So er slottið næstan vunnið. Hartil er Suðoroyggin ein tryggur javnaðarskansi. Hetta hóast tað er politikkurin hjá undanfarnu borgarligu samgonguni, sum nú skapar karmar fyri framburði har.
Írestandi procentini í reinan meiriluta, ætlar samgongan allarhelst at fáa til høldar við politisku útlutani av menningarkvotum.
Um herferðin hjá blóðreyðu samgongu móti fiskivinnuni skal steðgast, so mugu veljarar í høvuðsstaðnum vera við til at geva sitandi samgongu durafjórðingin. Tað verður bara ein spurningur um tíð inntil verkirnir eisini fara at merkja høvuðsstaðin.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Løgtingslimur